Guðstænasta sunnudag 6. apríl kl. 14.00

Sunnudagin 6. apríl kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát. Sunnudagurin ber heiti Boðanardagur Mariu. Myndin er av altartalvuni í Davidskirkjuni, ið liggur tætt vid Hans Egedes kirkju og hon lýsir løtuna, táLæs videre →

Bussferð til Sakskøbing og tunnilsbyggingina við Femernsundið

Sunnudagin 27. apríl skipar Sankta Ólavs Kirkjulið fyri bussferð til Sakskøbing og tunnilsbyggingina við Femernsundið. Vit bjóða smurt breyð, millum annað við føroyskum viðskera, og kaffi/te við køku omaná. — 9.00 Farið verður úr Vardegade 14, 2100 København Ø (beint uttan fyri Hans Egedes kirkju). Tá vit koma til Sakskøbing greiðir Villi Hansen, formaður íLæs videre →

Felags føroysk-donsk guðstænasta & málningasýning 16. mars kl. 12.00

Sunnudagin 16. mars er felags donsk/føroysk guðstænasta í Hans Egedes Kirkju kl. 12 (og ikki kl. 14.00 sum vanligt). Føroyska Húsakórið luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eftir guðstænastuna letur málningasýning upp í hølunum við síðuna av kirkjuni. Onnur av listakvinnunum hevur myndaevni úr Føroyum. Vit bjóða eitt lætt ábit og Húsakórið syngur eisini tveir sangir.Læs videre →

Guðstænasta sunnudag 2. mars kl. 14.00

Sunnudagin 2. mars kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Í komandi viku byrjar føstan og fyrstu sálmur er Aftur føstuklokkan ljóðar. Olivar á Ryggi hevur yrkt og hann endar sálmin við ørindinum: Lat nú føstuklokku ringja, ringja tungt við sorgarljóð; enn í himni einglar syngja: Páskamorgun tú upp stóð. — FøroyskarLæs videre →

Kyndilsmessuguðstænasta sunnudagin 2. februar kl. 14.00 Ljós/Myrkur

2. februar er Kyndilsmessa. Navnið kemur av latínska heitinum missa candelarum, sum merkir ljósmessa. Dagurin var halgidagur í fólkakirkjuni inntil 1770, har Kyndilsmessa og fleiri aðrir halgidagar vóru tiknir av. Yvirskiftin henda sunnudagin verður Ljós/Myrkur. Sálmar og bíbliutekstir eru valdir út frá hesum tema og her er nokk at taka av, tí mangir tekstir íLæs videre →

Felags føroysk-donsk guðstænasta & málningasýning 16. mars kl. 12.00

Sunnudagin 16. mars er felags donsk/føroysk guðstænasta í Hans Egedes Kirkju kl. 12 (og ikki kl. 14.00 sum vanligt). Føroyska Húsakórið luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eftir guðstænastuna letur málningasýning upp í hølunum við síðuna av kirkjuni. Onnur av listakvinnunum hevur myndaevni úr Føroyum. Vit bjóða eitt lætt ábit og Húsakórið syngur eisini tveir sangir.Læs videre →

Guðstænasta 5. januar kl. 14.00

Sunnudagin 5. Januar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Sunnudagurin knýtir seg at trettanda degi og teksturin er um vísmenninar úr eysturlondum. Borgny Brünings-Hansen, sum hevur verið tríggjar mánaðir í lestrarfarloyvi, er nú aftur í embætinum.Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligtLæs videre →

2. jóladag guðstænasta kl. 14.00

2. jóladag (hósdagur) t. 26. desembur 2024 kl. 14.00 Guðstænasta v/ Marnu L. V. Egholm, presti Stað: Vardegade 14, 2100 København Ø Øll eru hjartaliga vælkomin. —– Føroysk guðstænasta verður aftur í komandi ári í Hans Egede Kirkju, Vardegade 14, 2100 København Ø: Sunnudag t. 5. januar 2025 kl. 14.00 —–

Pílagrimsferð á Santiago de Compostella

Óluva Djurhuus úr Kollafirði hevur gingið pílagrímsferð til Santiago de Compostella fyri nøkrum árum síðani. Heimaftur við sær hevði hon nógvar upplivingar og nógvar myndir. Sunnudagin t. 22. september kl. 14.00 kemur hon til Hans Egedes kirkju at siga frá túrinum og vísa okkum eitt úrval av myndunum. Aftan á frásøgnina er hugnaligur drekkamunnur ogLæs videre →

Ungdómsguðstænasta í Keypmannahavn

EIN NÝGGJ BYRJAN er yvirskriftin á føroyskari ungdómsguðstænastu, sum verður í Hans Egedes kirkju. Skúlaárið er nú aftur farið í gongd og nógv ung føroysk lesandi eru í Keypmannahavnarøkinum. Guðstænastan vendir sær til lesandi og onnur ung. Tað er studentapresturin í Føroyum, Ann Hermannsdóttir, sum hevur guðstænastuna. Tónleikurin fer at vera meira rútmiskur, enn vitLæs videre →