Kunning

Um okkum

Føroyska Kirkjuliðið í Keypmannahavn, eisini kallað Sankta Ólavs Kirkjulið, er partur av Donsku Fólkakirkjuni, Keypmannahavnar Biskupsdømi, og eigur innivist í Hans Egede Kirkju í Keypmannahavn. Tað er atgongd til nýggju trækirkjuna Tólvkanturin / Tiny Church í Nordhavnini eftir avtalu.

Eitt kirkjuráð valt av kirkjufólkinum hevur ábyrgdina av rakstrinum. Árligi aðalfundurin er 3. sunnudag í novembur, sum er seinasta guðstænasta í kirkjuárinum. Kirkjuráðslimirnir síggjast á heimasíðuni undir Fólkið.

Sankta Ólavs Kirkjulið varð stovnað 28. novembur í 1915 við tí endamáli at savna føroyingar í Keypmannhavn og her á leið til guðstænastur hildnar á móðurmálinum. Hetta hevur verið gjørt síðani, og eisini verður skipað fyri ymsum mentanarligum og sosialum tiltøkum. Eftir guðstænasturnar savnast kirkjufólkið til ein drekkamunn í kirkjustovuni.

Á heimasíðuni undir Fólkið, har finna tygum upplýsingar um prest, dekn, urguleikarar, sangarar og kirkjuráðslimir.

Føroyska kirkjuliðið er ein opin samkoma, ið fegin tekur við nýggjum hugskotum og avbjóðingum.

Forkvinna í kirkjuráðnum er Heidi T. Dalfoss og prestur er Borgny Brünings-Hansen.

Kirkjuligar handlingar

Dópur:

Í samband við dóp, skulu tygum venda tygum til prestin á tlf. 51 35 51 90 ella bbh@km.dk, fyri at avtala tíð í samband við dópin.

Síðan skulu tygum venda tygum til kórdeknin / kirkjukontórið, sum ger alt tað skrivliga arbeðið í samband við dóp og navnagávu, á tlf. 35 42 64 46 ella hansegedes.sognoesterbro@km.dk .

Vígsla:

Í samband við vígslu, skulu tit venda tykkum til prest á tlf. 51 35 51 90 ella bbh@km.dk, fyri at avtala tíð í samband við vígsluna.

Síðan skulu tit venda tykkum, til hjúnarbandsmyndugleikarnar á staðnum – vanliga á ráðhúsinum – fyri at fáa eina <<prøveattest>>, sum er galdandi í tríggjar mánaðir. Ella á www.borger.dk

Tá hon er komin til høldar, skulu tit venda tykkum til kórdeknin / kirkjukontórið, sum ger alt tað skrivliga arbeiðið í samband við vígslur, á tlf. 35 42 64 46, ella hansegedes.sognoesterbro@km.dk .

Fólk við føstum bústaði í Føroyum, eiga at venda sær til hjúnarbandsmyndugleikarnar í kommununi ella prestagjaldinum har tey búgva, og skriva seg inn og fáa váttan fyri, at einki er til hindurs fyri, at tey kunnu ganga saman í hjúnarlag.

Síðan skulu tey, eins og omanfyri nevnt, venda sær til prest og til kórdeknin / kirkjukóntórið.

Jarðarferð:

Í samband við jarðarferð, skulu tygum venda tygum til ein bedemand, sum syrgir fyri øllum tú praktiska, og ger avtalur við kapel ella við kirkjuna og prestin. Hesin ringir altíð til prestin, men tygum kunnu eisini ringja beinleiðis til prestin á tlf. 51 35 51 90.