Guðstænasta Allahalgana sunnudagur 1. november kl. 14.00

Allahalgana sunnudagur er 1. november. Føroysk guðstænasta er kl 14 í Hans Egedes kirkju, Vardegade 14 2100 København Ø.

Myndin er frá ljósfestivali í Keypmannahavn 2022. Lýsandi kúlan er samansett av gulum plastikki, funnin í náttúruni.

Jesus sigur í dagsins teksti við sínar áhoyrarar: “Tit eru ljós heimsins”. Áhoyrarnir eru vanlig menniskju, hví og hvussu eru tey, vit, ljós í heiminum?

Eftir guðstænastuna er sum vanligt kaffe og te og eitt hugnaligt prát í hølunum við síðuna av kirkjuni.

—

Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum.

—

Guðstænastur, tiltak og aðalfundur í Hans Egede kirkju.

Sunnudag 8. novembur Fyrilestur um Gudmund Bruun við Jákup Reinert Hansen, sí sjálvstøðuga lýsing.

Sunnudag 15. novembur kl. 14.00.

Sunnudag 15. novembur uml. kl. 15.30 Aðalfundur, sí sjálvstøðuga lýsing við fundarskrá.

Sunnudag 15. novembur uml. kl. 16.00 Eyka aðalfundur, sí sjálvstøðuga lýsing við fundarskrá.