Greinar

Guðstænasta sunnudag 15. novembur kl. 14:00 og 2 aðalfundir

Sunnudagur 15. novembur kl. 14:00 er seinasta føroyska guðstænasta í hesum kirkjuárinum. Undir gudstænastuni nevna vit nøvnini á teimum, ið farin eru seinasta árið, og sum á ymiskan hátt høvdu tilknýti til føroyska umhvørvið á Keypmannahavnarleiðini. Er tú avvarandi og hevur eitt navn, tú ynskir verður nevnt, er tú vælkomin at skriva til Borgny Brünings-Hansen,Læs videre →

Eyka aðalfundur 15. novembur kl. 16:00 hjá Sankta Ólavs Kirkjuliði

Hervið verður boða frá, at eyka aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 15. novembur 2026 kl. 16:00 aftaná guðstænastuna og árliga aðalfundin. Fundurin verður hildin í Pejsestovuni í Hans Egede kirkju. Fundarskráin til eyka aðalfundin verður hendan: a) Viðtøkubroyting Vegna Sankta Ólavs Kirkjulið Heidi T. Dalfoss, forfólk T-postur: htdalfoss@gmail.com

Aðalfundur 15. novembur kl. 15:30 hjá Sankta Ólavs Kirkjuliði

Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 15. novembur 2026 kl. 15:30 aftaná guðstænastuna. Fundurin verður hildin í Pejsestovuni í Hans Egede kirkju. Fundarskráin til aðalfundin verður hendan: a) Viðtøkubroyting Um onkur ynskir at stilla upp til nevndina, so skal forfólkið Heidi T. Dalfoss hava boð um í seinastaLæs videre →

Fyrilestur sunnudag 8. novembur kl. 14.00

𝗦𝘂𝗻𝗻𝘂𝗱𝗮𝗴𝗶𝗻 𝟴. 𝗻𝗼𝘃𝗲𝗺𝗯𝗲𝗿 𝟮𝟬𝟮𝟲 𝗸𝗹. 𝟭𝟰-𝟭𝟲 í 𝗛𝗮𝗻𝘀 𝗘𝗴𝗲𝗱𝗲𝘀 𝗞𝗶𝗿𝗸𝗷𝘂 𝗲𝗿 𝗳𝘆𝗿𝗶𝗹𝗲𝘀𝘁𝘂𝗿 𝘂𝗺 𝗚𝘂𝗱𝗺𝘂𝗻𝗱 𝗕𝗿𝘂𝘂𝗻. 𝗝á𝗸𝘂𝗽 𝗥𝗲𝗶𝗻𝗲𝗿𝘁 𝗛𝗮𝗻𝘀𝗲𝗻 𝗹𝗲𝗸𝘁𝗮𝗿𝗶 í 𝗸𝗶𝗿𝗸𝗷𝘂𝘀ø𝗴𝘂, 𝘀𝗶𝗴𝘂𝗿 𝗳𝗿á. Føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn er stovnað av Gudmundi Bruun í 1915. Eftir hann liggja fleiri týddir sálmar og lestrabókin Ljósið rann av kærleiks runni. Jákup Reinert Hansen sigur frá um lív Gudmunds.Læs videre →

Guðstænasta Allahalgana sunnudagur 1. november kl. 14.00

Allahalgana sunnudagur er 1. november. Føroysk guðstænasta er kl 14 í Hans Egedes kirkju, Vardegade 14 2100 København Ø. Myndin er frá ljósfestivali í Keypmannahavn 2022. Lýsandi kúlan er samansett av gulum plastikki, funnin í náttúruni. Jesus sigur í dagsins teksti við sínar áhoyrarar: “Tit eru ljós heimsins”. Áhoyrarnir eru vanlig menniskju, hví og hvussuLæs videre →

Aðalfundur og eyka aðalfundur sunnudag 15. novembur kl. 15:30

Vit skulu hervið innkalla til árliga aðalfundin hjá Sankta Ólavs Kirkjuliði í stovuni, Hans Egede Kirkju: Sunnudag 15. november 2026 kl. 15:30 Fundarskrá kemur seinni. Uppskot til aðalfundin skulu sendast til forfólk Heidi T. Dalfoss, sbr. Viðtøkur §6: innan 25. oktober 2026 kl. 16:00 Um onkur ynskir at stilla upp til nevndina, so skal manLæs videre →

Guðstænasta sunnudag 18. oktobur kl. 14.00

Sunnudagin 18. oktobur kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju á Østerbro. Eftir guðstænastuna er sum vant kaffi og te at fáa og hugnalig samvera. — Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Adressan er: Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin og Metro Nordhavn liggja umleið 5 minuttir fráLæs videre →

Norðurlendsk guðstænasta 25. oktobur kl. 14.00

Aftur í ár er felags norðurlendsk guðstænasta. Hesu ferð í Holmens kirkju. Bústaður: Holmens Kirke ⋅ Holmens Kanal 21 ⋅ 1060 København K Øll eru hjartaliga vælkomin. Les meira: #nordiskgudstjeneste #sanktaólavskirkjulið

Guðstænasta sunnudag 4. oktobur kl. 14.00

Sunnudagin 4. oktobur kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju á Østerbro. Eftir guðstænastuna er sum vant kaffi og te at fáa og hugnalig samvera. GG! Kunstvandring er 3.-4. oktobur millum kirkjurnar á Eysturbrúgv og tey enda í Hans Egedes kirkju kl. 16:00. Listamálningar eru tit vælkomin at hyggja eftir, ið eruLæs videre →

Guðstænasta sunnudag 20. septembur kl. 14:00

Í morgin, sunnudagin 20. september kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju á Østerbro. — Á stórum málningi, næstan 4×5 metur til støddar, sæst Kristus í ríkið teirra deyðu. Signandi lyftir hann armar sínar yvir allar verur í deyðsríkinum. Við Adam og Evu fremst í myndini, rætta øll seg fram móti strálandiLæs videre →