Sunnudagin 4. mai kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát. — Hesin er dagurin, Guð hevur sett tænarum sínum til fragdar, sunnudag hevur hann leinkjurnar kvett, sum vóru á okkum lagdar. Árla áLæs videre
Tag: færøerne
Páskaguðstænasta 20. apríl kl. 14.00
Føroysk páskaguðstænasta er í Hans Egedes kirkju á Eysturbrúgv kl. 14.00 sunnudagin 20. apríl, sum er páskadagur. Hugni við kaffi/te er aftaná guðstænastuna. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vit syngja vøkru páskasálmarnar og kirkjusangarnir fyrireika nakað serligt til henda hátíðardag. — Føroyskar guðstænastur eru fast 1. og 3. sunnudag í mánaðinum. Adressan er: Vardegade 14, 2100Læs videre
Guðstænasta sunnudag 6. apríl kl. 14.00
Sunnudagin 6. apríl kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát. Sunnudagurin ber heiti Boðanardagur Mariu. Myndin er av altartalvuni í Davidskirkjuni, ið liggur tætt vid Hans Egedes kirkju og hon lýsir løtuna, táLæs videre
Bussferð til Sakskøbing og tunnilsbyggingina við Femernsundið
Sunnudagin 27. apríl skipar Sankta Ólavs Kirkjulið fyri bussferð til Sakskøbing og tunnilsbyggingina við Femernsundið. Vit bjóða smurt breyð, millum annað við føroyskum viðskera, og kaffi/te við køku omaná. — 9.00 Farið verður úr Vardegade 14, 2100 København Ø (beint uttan fyri Hans Egedes kirkju). Tá vit koma til Sakskøbing greiðir Villi Hansen, formaður íLæs videre
Felags føroysk-donsk guðstænasta & málningasýning 16. mars kl. 12.00
Sunnudagin 16. mars er felags donsk/føroysk guðstænasta í Hans Egedes Kirkju kl. 12 (og ikki kl. 14.00 sum vanligt). Føroyska Húsakórið luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eftir guðstænastuna letur málningasýning upp í hølunum við síðuna av kirkjuni. Onnur av listakvinnunum hevur myndaevni úr Føroyum. Vit bjóða eitt lætt ábit og Húsakórið syngur eisini tveir sangir.Læs videre
Guðstænasta sunnudag 2. mars kl. 14.00
Sunnudagin 2. mars kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Í komandi viku byrjar føstan og fyrstu sálmur er Aftur føstuklokkan ljóðar. Olivar á Ryggi hevur yrkt og hann endar sálmin við ørindinum: Lat nú føstuklokku ringja, ringja tungt við sorgarljóð; enn í himni einglar syngja: Páskamorgun tú upp stóð. — FøroyskarLæs videre
Kyndilsmessuguðstænasta sunnudagin 2. februar kl. 14.00 Ljós/Myrkur
2. februar er Kyndilsmessa. Navnið kemur av latínska heitinum missa candelarum, sum merkir ljósmessa. Dagurin var halgidagur í fólkakirkjuni inntil 1770, har Kyndilsmessa og fleiri aðrir halgidagar vóru tiknir av. Yvirskiftin henda sunnudagin verður Ljós/Myrkur. Sálmar og bíbliutekstir eru valdir út frá hesum tema og her er nokk at taka av, tí mangir tekstir íLæs videre
Felags føroysk-donsk guðstænasta & málningasýning 16. mars kl. 12.00
Sunnudagin 16. mars er felags donsk/føroysk guðstænasta í Hans Egedes Kirkju kl. 12 (og ikki kl. 14.00 sum vanligt). Føroyska Húsakórið luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eftir guðstænastuna letur málningasýning upp í hølunum við síðuna av kirkjuni. Onnur av listakvinnunum hevur myndaevni úr Føroyum. Vit bjóða eitt lætt ábit og Húsakórið syngur eisini tveir sangir.Læs videre
Guðstænasta 5. januar kl. 14.00
Sunnudagin 5. Januar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Sunnudagurin knýtir seg at trettanda degi og teksturin er um vísmenninar úr eysturlondum. Borgny Brünings-Hansen, sum hevur verið tríggjar mánaðir í lestrarfarloyvi, er nú aftur í embætinum.Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligtLæs videre
2. jóladag guðstænasta kl. 14.00
2. jóladag (hósdagur) t. 26. desembur 2024 kl. 14.00 Guðstænasta v/ Marnu L. V. Egholm, presti Stað: Vardegade 14, 2100 København Ø Øll eru hjartaliga vælkomin. —– Føroysk guðstænasta verður aftur í komandi ári í Hans Egede Kirkju, Vardegade 14, 2100 København Ø: Sunnudag t. 5. januar 2025 kl. 14.00 —–
