Sunnudagin 3. august kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv.
Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum.
Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.
—
“Tak er bert eitt fátækt orð” sigur kenda danska sangreglan. Men TAK er eitt eitt stórt og ríkt orð. Hvørja ferð vit siga tak, vísa vit, tað menniskja vit takka, hevur týdning; vísa at vit kunnu seta okkum inn tí teir tankar sum liggja aftan fyri eina gávu, eitt blómutyssi ella eini boð vit fingu. Vit vísa at at vit seta prís uppá at onkur hevur búkt tíð at vilja gleðast saman við okkum.
Tá Jesus í oyðimørkini mettar eina stóra mannamúgvu takkar hann, áðrenn hann býtur matin út millum fólki.
Hvat merkir takksemi fyri okkum? Takksemi til Guð og til okkara næsta? Hetta fari eg at viðgera í prædikuni.
—
Næsta føroyska guðstænastan er:
Sunnudag 17. august kl. 14.00
—
Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.

