Ólavsøkuaftan, mánadagin 28. juli verður ólavsøkuguðstænasta í Mariukirkjuni á Istedgade á Vesterbro. Guðstænastan er kl. 14. Solosangur og klarinett seta dám á guðstænastuna.
Prædikan tekur støði í nýggja altarklæðinum í Havnarkirkju, við heitinum Ólavsøkuklæðið, halgað úr forum var Føroya land. Havnar kirkja fekk klæði í 2020. Tað er sniðgivið av Edward Fuglø og vovið á Atelier Pinton í Fraklandi.
Eftir guðstænastuna er Ólavsøkuhald í Føroyahúsinum, sum liggur sera tætt við Mariukirkjuna.
Skráin kann síggjast her: https://www.facebook.com/photo?fbid=1285527126905851&set=a.215083197283588

