Guðstænasta sunnudag 1. juni kl. 14.00

Sunnudagin 1. juni kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv.

Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.

Henda sunnudagin byrja vit við at fagna summarinum

Nú anga grøs og blomstur milt
í veitum og á bøi.
Og lotið kínir landið stilt,
alt andar lætt av frøi.
Guðs sól fer inn
í kropp og sinn
og boðar, at tú nemur,
nú aftur summar kemur.

Her á okkara breiddargradum er ársins rútma sera týðulig í árstíðunum. Vit gleðast um summarið og ljósið, men vita eisini at heyst og vetur hava sítt pláss í árshjólinum. Men hesin summarsálmur minnir okkum á

Um følnað alt er vorðið,
tó blómar ævigt orðið.

Í juni eru guðstænastur:

Sunnudag 1. juni kl. 14.00

Sunnudag 15. juni kl. 14.00

Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.