Sunnudagin 5. Januar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju.
Sunnudagurin knýtir seg at trettanda degi og teksturin er um vísmenninar úr eysturlondum.
Borgny Brünings-Hansen, sum hevur verið tríggjar mánaðir í lestrarfarloyvi, er nú aftur í embætinum.
Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum.
Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.
—
Adressan er Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro/S-tog statiónin Nordhavn liggur fáar minuttir frá kirkjuni. Bussarnir 14 og 23 steðga eisini tætt við.
—
Næsta føroyska guðstænastan er sunnudagin 19. Januar kl 14.00.
—