Felags føroysk-donsk guðstænasta & málningasýning 16. mars kl. 12.00

Sunnudagin 16. mars er felags donsk/føroysk guðstænasta í Hans Egedes Kirkju kl. 12 (og ikki kl. 14.00 sum vanligt). Føroyska Húsakórið luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Eftir guðstænastuna letur málningasýning upp í hølunum við síðuna av kirkjuni. Onnur av listakvinnunum hevur myndaevni úr Føroyum. Vit bjóða eitt lætt ábit og Húsakórið syngur eisini tveir sangir.

Listakvinnurnar eru Mette Hoppensach Sommer og Sofie Gerd Katrine Klint https://www.hoppensach.dkhttps://artsofieklint.dk .

Adressan er Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro/S-tog statiónin Nordhavn liggur fáar minuttir frá kirkjuni. Bussarnir 14 og 23 steðga eisini tætt við.

Les meira: Facebook tiltak