Sunnudagin 10. oktobur klokkan 11.00 er sunnudagsskúli í Føroyahúsinum. Á skrannið er sagnur, bíbliusøga og hugni.
Aftana er barnavinarligur frokostur.
Sunnudagin 10. oktobur klokkan 11.00 er sunnudagsskúli í Føroyahúsinum. Á skrannið er sagnur, bíbliusøga og hugni.
Aftana er barnavinarligur frokostur.
Føroyahúsið, Listafelagið, Kvinnufelagið og Sankta Ólavs Kirkjulið skipað fyri forkunnugum túri til Johannes Larsens Museum í Kerteminde, sum hevur eina fjølbroytta framsýning við 90 myndum hjá S.J. Mikines listamanni. Nú stendur tær í boði at koma við at síggja hesa framsýningina. Pláss er fyri 50 fólkum í bussinum.
Sunnudagin 29. august kl. 9 fara vit frá Vardegade, Hans Egede kirkju, til Vesterbrogade 17, Føroyahúsið, og síðani beinleiðis til Kerteminde, hagar vit koma eftir kl. 11.
Kl. 11.30: Tvey frásøgufólk vísa okkum runt og greiða frá. Vit ganga í tveimum bólkum, og tað tekur ein tíma.
Kl. 13.00: Leskiligur frokostur í Kaffehuset: Diskur við 4 rættum og ein flógvum rætti. Harafturat ein snapsur, ein sodavatn ella øl afturvið.
Kl. 14-15: Stundir at hyggja meira eftir framsýningini og mongum øðrum, sum er á hesum áhugaverda savninum.
Kl. 15.15: koyra vit heim aftur sama veg. Í Vardegade kl. 17
Í bussinum verður eisini frásøgn um túrin, onkur sangur og tónleikur.
Prísur fyri túrin er einans 300 kr. pr. pers. Við í hesum prísi eru atgongumerki til Johannes Larsen Museum, rundvísing har og frokostur í Kaffehuset.
Tú kanst tilmelda teg til túrin við at keypa billett via linkið her: https://www.place2book.com/da/sw2/sales/tqcx4zexgf
Sunnudagin 2. mai kl. 14.00 er føroysk guðstænasta aftur í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. 21. apríl vóru rætningslinjurnar fyri gudstænastur broyttar. Tað ber nú til at hava guđstænastur sum í heyst, viđ sangi og altargongd. Tó enn við frástøðu.
Tveir metrar skal vera millum okkum, tá vit syngja. Um viðrar, verður drekkamunnur í garðinum uttanfyri.
Føroyskar gudstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum kl. 14.00 og tað er Borgny Brünings-Hansen, føroyskur prestur í Keypmannahavn, sum prædikar, um ikki annað er nevnt.Næsta guðstænasta er 16. mai.Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, ligga nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.
Borgny Brünings-Hansen, prestur, greinar sálmin “Tolin bíða, trongdir líða”.
Góðu kirkjufólk
Vit høvdu glett okkum til jólagudstænastuna 2. jóladag. Hon skuldi vera í Mariukirkju á Vesturbrúgv, sum vit høvdu lænt, tí har kunna upp til 70 fólk koma til gudstænastu.
Sum flest øll vita, hevur orðaskifti verið í mongum sóknum, um tað er ráðiligt at hava gudstænastur við nógvum fólki, nú so nógv smitta er. Eisini nevndin í Sankta Ólavs kirkjuliði hevur skift orð um hetta. Nevndin er komin til ta niðurstøðu, at best er at avlýsa gudstænastuna 2. jóladag, og komandi gudstænastur, so leingi smittutrýstið er so høgt. Vit vóna, at tit skilja okkara avgerð og kunna taka undir við okkum. Vit lýsa aftur, tá føroyskar gudstænastur byrja aftur í Hans Egedes kirkju.
Við yndisliga sálminum Føgur er foldin, sum Tóra Vestergaard her syngur, ynskja nevnd og prestur øllum gleðilig jól.
Sunnudagin 20. december, 4. sunnudag í advent, er føroysk guðstænasta kl. 14.00 í Hans Egedes kirkju.
Vit fylgja sjálvandi øllum tilmælum frá mynduleikunum um frástøðu og reinføri. GG. Mynduleikarnir tilmæla nú, at munnbind verður brúkt inn í og út úr kirkjuni. Tá vit sita, er einki krav um munnbind. Við galdandi tilmælum er ikki gjørligt at hava drekkamunn eftir gudstænastuna, sum vit plaga.
Um einki annað er nevnt, eru gudstænasturnar við Borgny Brünings-Hansen, føroyska prestinum í Keypmannahavn.
Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum kl. 14.00. 2. jóladag, 26. december, verður guðstænasta í Mariakirkjuni á Vesterbro. Vit hava lænt hesa kirkjuna, fyri at fáa betri pláss. Nærri verður lýst um hetta seinni.
Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.
Tónleikagudstænasta og jólaheilsur í Hans Egedes Kirkju, Vardegade 14, 2100 København Ø Sunnudagin 6. december kl. 14.00.
Kirkjusangarar og Tóra Vestergaard syngja (eingin felagssangur vegna koronu).
Eftir gudstænastuna er høvi at lesa jólaheilsur inn og fáa sær kaffi/te/saft og eplaskivur uttanfyri.
Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 15. november 2020 aftaná gudstænastuna. Fundurin verður hildin í meinigheitshølinum í Hans Egede kirkju.
Fundarskráin til aðalfundin verður hendan:
Um onkur ynskir at stilla upp til nevndina, so skal formaðurin Martin Fjallstein hava boð um í seinasta lagi 5. november 2020 kl. 16:00.
Vegna Sankta Ólavs kirkjulið
Martin Fjallstein, formaður
Tlf. 2097 9568 E-mail: martin(a)fjallstein.dk
Grundađ høga smittutrýstiđ í høvuđstađarøkinum í løtuni, hevur kirkjuráđiđa tikiđ avgerđ um ikki at samlast til drekkamunn eftir guđstænasturnar. Tí verđur einki kirkjukaffi nú sunnudagin.
Føroysku guđstænasturnar halda fram sum vant og næstu ferđ er í morgin 20. september, kl. 14.00 í Hans Egedes kirkju.
Vit fylgja sjálvandi øllum tilmælum frá mynduleikunum um frástøðu og reinføri. Altargongdin verður eisini skipað soleiðis, at hon fylgir tilmælunum.
Um einki annað er nevnt, eru guđstænasturnar við Borgny Brünings-Hansen, føroyska prestinum í Keypmannahavn.
Føroyskar guđstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum kl. 14.00. Á heysti 2020 eru gudstænastur hesar dagar:
Sunnudagin 20. september
Sunnudagin 4. oktober
Sunnudagi 18. oktober
Sunnudagin 1. november
Sunnudagin 15. november
Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.
Koncert í Hans Egedes kirkju sunnudagin 13. september kl. 14.00 við verkum eftir Kára Bæk í samband við at hann fyllir 70 ár.
Luttakarir: Daisy Johannesen Lolk, sopran, Jóannes Nolsøe, orgul. Sangarar úr Húsakórinum, undir leiðslu av Tóru Vestergaard.
Jóannes Nolsøe, stigtakari til koncertina til heiðurs fyri Kára Bæk, sigur “Eg velji at trúgva tað verða óneyðugt at grundgeva, hví stig verður tikið til at skipa fyri hesi heiðursløtu. Í øllum førum vita øll, sum fáast við kórsang, hvønn leiklut og týdning Kári Bæk í mong ár hevur havt og framvegis hevur fyri føroyskt tónleika- og kórvirksemi. – Fyri hetta hansara arbeiði kunnu vit við slíkari heiðursløtu veita honum eina uppiborna tøkk!
Grunda av tilmælunum í samband við Coronusmittuna, eru avmarka pláss til áhoyrarar í kirkjuni. Fyri at sleppa undan, at nakar kemur til dyrnar og ikki fær pláss, fara vit at heita á tykkum at boða frá luttøku. Til ber at skriva teldupost til Borgny Brünings-Hansen á bbh@km.dk ella á telefon 51 35 51 90.