Koncert í Hans Egedes kirkju

Koncert í Hans Egedes kirkju sunnudagin 13. september kl. 14.00 við verkum eftir Kára Bæk í samband við at hann fyllir 70 ár.

Luttakarir: Daisy Johannesen Lolk, sopran, Jóannes Nolsøe, orgul. Sangarar úr Húsakórinum, undir leiðslu av Tóru Vestergaard. 

Jóannes Nolsøe, stigtakari til koncertina til heiðurs fyri Kára Bæk, sigur “Eg velji at trúgva tað verða óneyðugt at grundgeva, hví stig verður tikið til at skipa fyri hesi heiðursløtu. Í øllum førum vita øll, sum fáast við kórsang, hvønn leiklut og týdning Kári Bæk í mong ár hevur havt og framvegis hevur fyri føroyskt tónleika- og kórvirksemi. – Fyri hetta hansara arbeiði kunnu vit við slíkari heiðursløtu veita honum eina uppiborna tøkk!

Grunda av tilmælunum í samband við Coronusmittuna, eru avmarka pláss til áhoyrarar í kirkjuni. Fyri at sleppa undan, at nakar kemur til dyrnar og ikki fær pláss, fara vit at heita á tykkum at boða frá luttøku. Til ber at skriva teldupost til Borgny Brünings-Hansen á bbh@km.dk ella á telefon 51 35 51 90.