Aðalfundur sunnudagin 21. november 2021

Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 21. november 2021 aftaná gudstænastuna. Fundurin verður hildin í meinigheitshølinum í Hans Egede kirkju.

Fundarskráin til aðalfundin verður hendan:

  1. Val av fundarstjóra
  2. Val af fundarskrivara
  3. Góðkenning av fundarskrá
  4. Formansfrágreiðing
  5. Framløga av rokniskapi
  6. Val sambært viðtøkunum
  7. Innkomin uppskot
  8. Annað (tað er ikki møguligt at viðtaka nakað undir hesum punktinum)

Um onkur ynskir at stilla upp til nevndina, so skal formaðurin Martin Fjallstein hava boð um í seinasta lagi 11. november 2021 kl. 16:00.

Vegna Sankta Ólavs kirkjulið

Martin Fjallstein, formaður

Tlf. 2097 9568 E-mail: martin@fjallstein.dk

Leonard Cohen gudstænasta sunnudagin 31. oktober kl. 14.00 í Hans Egedes kirkju

Leonard Cohen verður ofta endurgivin í átrúnarligum høpi. Tekstir hansara eru ikki sálmar, men fleiri teirra minna á mangan hátt um nútímans sálmaskaldskap. Sum í síðsta versinum í sanginum Halleluja: 

Eg royndi sum eg kundi best,
so viðbrekið og verjuleyst,
men erligt, tí eg kundi ikki bíða,
og sjálvt um alt gekk skeivan veg, 
eg standi fyri trónuni
Við ongum ørðum uttan Halleluja. 
(Leonard Cohen/Niels Midjord)

Sunnudagin 31. oktober kl. 14.00 verður gudstænasta, har tekstirnir hjá Cohen verða sungnir og spældir, í staðin fyri sálmar úr sálmabókini. Hetta ikki ein gudstænasta um Leonard Cohen, á sama hátt sum gudstænastur ikki eru um sálmaskaldini Mikkjal á Ryggi ella Kingo, hóast vit syngja teirra orð. 

Yrkingarnar hjá Cohen seta átrúnarligar kenslur í samband við gerandis tilburðir. Tær viðgera heilagt og gerandis og fáa áhoyrarin at reflektera yvir náði og skuld, kærleika og vón. Nútímans tankar um tað átrúnarliga eru á mangan hátt ørvísi enn tað vit kenna frá farnu ættarliðum. Cohen megnar í stóran mun at seta nútímans orð og samtíðarhugtøk á kenslur og tankar hjá nútímans menniskjum. Millum annað tá hann skrivar og syngur um iva, longsil og sakn. Ofta er myndamáli tikið úr Gamla Testamenti, einstakar ferðir úr Nýggja Testamenti. 

Á ein hátt er henda gudstænastan lík gudstænastum, vit eru von við. Bøn og bíbliutekstir hava sama pláss sum vanligt. Men, sum áður nevnt, verður sálmabókin ikki tikin í brúk og tónleikurin kemur ikki frá orglinum henda dagin. Organistur okkara hevur fingið tveir tónleikarar aftrat sær. Ein á guitar og ein á cello. 

Ikki allir sangir hjá Cohen egna seg til felagssang, men tveir eru valdir, har alt kirkjuliðið syngur við. At syngja hinar sangirnar hava vit tríggjar sangarar.

Summarútferð við bussi til Mikines-framsýning í Kerteminde

Føroyahúsið, Listafelagið, Kvinnufelagið og Sankta Ólavs Kirkjulið skipað fyri forkunnugum túri til Johannes Larsens Museum í Kerteminde, sum hevur eina fjølbroytta framsýning við 90 myndum hjá S.J. Mikines listamanni. Nú stendur tær í boði at koma við at síggja hesa framsýningina. Pláss er fyri 50 fólkum í bussinum.

Sunnudagin 29. august kl. 9 fara vit frá Vardegade, Hans Egede kirkju, til Vesterbrogade 17, Føroyahúsið, og síðani beinleiðis til Kerteminde, hagar vit koma eftir kl. 11.

Kl. 11.30: Tvey frásøgufólk vísa okkum runt og greiða frá. Vit ganga í tveimum bólkum, og tað tekur ein tíma.
Kl. 13.00: Leskiligur frokostur í Kaffehuset: Diskur við 4 rættum og ein flógvum rætti. Harafturat ein snapsur, ein sodavatn ella øl afturvið. 
Kl. 14-15: Stundir at hyggja meira eftir framsýningini og mongum øðrum, sum er á hesum áhugaverda savninum. 
Kl. 15.15: koyra vit heim aftur sama veg. Í Vardegade kl. 17
Í bussinum verður eisini frásøgn um túrin, onkur sangur og tónleikur.

Prísur fyri túrin er einans 300 kr. pr. pers. Við í hesum prísi eru atgongumerki til Johannes Larsen Museum, rundvísing har og frokostur í Kaffehuset.


Tú kanst tilmelda teg til túrin við at keypa billett via linkið her: https://www.place2book.com/da/sw2/sales/tqcx4zexgf

Guðstænasta 2. mai

Sunnudagin 2. mai kl. 14.00 er føroysk guðstænasta aftur í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. 21. apríl vóru rætningslinjurnar fyri gudstænastur broyttar. Tað ber nú til at hava guđstænastur sum í heyst, viđ sangi og altargongd. Tó enn við frástøðu.

Tveir metrar skal vera millum okkum, tá vit syngja. Um viðrar, verður drekkamunnur í garðinum uttanfyri. 

Føroyskar gudstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum kl. 14.00 og tað er Borgny Brünings-Hansen, føroyskur prestur í Keypmannahavn, sum prædikar, um ikki annað er nevnt.Næsta guðstænasta er 16. mai.Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, ligga nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við. 

Jólagudstænastan 2. jóladag avlýst

Góðu kirkjufólk

Vit høvdu glett okkum til jólagudstænastuna 2. jóladag. Hon skuldi vera í Mariukirkju á Vesturbrúgv, sum vit høvdu lænt, tí har kunna upp til 70 fólk koma til gudstænastu. 

Sum flest øll vita, hevur orðaskifti verið í mongum sóknum, um tað er ráðiligt at hava gudstænastur við nógvum fólki, nú so nógv smitta er. Eisini nevndin í Sankta Ólavs kirkjuliði hevur skift orð um hetta. Nevndin er komin til ta niðurstøðu, at best er at avlýsa gudstænastuna 2. jóladag, og komandi gudstænastur, so leingi smittutrýstið er so høgt. Vit vóna, at tit skilja okkara avgerð og kunna taka undir við okkum. Vit lýsa aftur, tá føroyskar gudstænastur byrja aftur í Hans Egedes kirkju. 

Føgur er foldin við Tóru Vestergaard

Við yndisliga sálminum Føgur er foldin, sum Tóra Vestergaard her syngur, ynskja nevnd og prestur øllum gleðilig jól.

Sunnudagin 20. december og ein jólaheilsan fra Borgny Brünings-Hansen

Sunnudagin 20. december, 4. sunnudag í advent, er føroysk guðstænasta kl. 14.00 í Hans Egedes kirkju.

Jólaheilsan fra Borgny Brünings-Hansen

Vit fylgja sjálvandi øllum tilmælum frá mynduleikunum um frástøðu og reinføri. GG. Mynduleikarnir tilmæla nú, at munnbind verður brúkt inn í og út úr kirkjuni. Tá vit sita, er einki krav um munnbind. Við galdandi tilmælum er ikki gjørligt at hava drekkamunn eftir gudstænastuna, sum vit plaga.

Um einki annað er nevnt, eru gudstænasturnar við Borgny Brünings-Hansen, føroyska prestinum í Keypmannahavn.

Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum kl. 14.00. 2. jóladag, 26. december, verður guðstænasta í Mariakirkjuni á Vesterbro. Vit hava lænt hesa kirkjuna, fyri at fáa betri pláss. Nærri verður lýst um hetta seinni.

Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.

Aðalfundur

Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 15. november 2020 aftaná gudstænastuna. Fundurin verður hildin í meinigheitshølinum í Hans Egede kirkju.

Fundarskráin til aðalfundin verður hendan:

  1. Val av fundarstjóra
  2. Val af fundarskrivara
  3. Góðkenning av fundarskrá
  4. Formansfrágreiðing
  5. Framløga av rokniskapi
  6. Val sambært viðtøkunum
  7. Innkomin uppskot
  8. Annað (tað er ikki møguligt at viðtaka nakað undir hesum punktinum)

Um onkur ynskir at stilla upp til nevndina, so skal formaðurin Martin Fjallstein hava boð um í seinasta lagi 5. november 2020 kl. 16:00.

Vegna Sankta Ólavs kirkjulið

Martin Fjallstein, formaður

Tlf. 2097 9568 E-mail: martin(a)fjallstein.dk