Hon er ættað úr Dali á Sandoynni, hevur verið prestur í donsku fólkakirkjuni síðan 2005, og hon hevur verið prestur hjá føroyingum í Danmark síðan 2016. Arbeiðið fevnir eisini um teir føroyingar, sum koma niður í sjúkraørindum, og avvarðandi teirra. Borgny hevur saman við øðrum andakt á sjúklingahotellinum Tórshavn annaðhvørt hóskvøld. Eisini hevur hon føroyskar gudstænastur í Hans Egede kirkju.
Borgny kann hittast á:
Telefonnummar 51 35 51 90 ella teldupost bbh@km.dk