Leonard Cohen gudstænasta sunnudagin 31. oktober kl. 14.00 í Hans Egedes kirkju

Leonard Cohen verður ofta endurgivin í átrúnarligum høpi. Tekstir hansara eru ikki sálmar, men fleiri teirra minna á mangan hátt um nútímans sálmaskaldskap. Sum í síðsta versinum í sanginum Halleluja: 

Eg royndi sum eg kundi best,
so viðbrekið og verjuleyst,
men erligt, tí eg kundi ikki bíða,
og sjálvt um alt gekk skeivan veg, 
eg standi fyri trónuni
Við ongum ørðum uttan Halleluja. 
(Leonard Cohen/Niels Midjord)

Sunnudagin 31. oktober kl. 14.00 verður gudstænasta, har tekstirnir hjá Cohen verða sungnir og spældir, í staðin fyri sálmar úr sálmabókini. Hetta ikki ein gudstænasta um Leonard Cohen, á sama hátt sum gudstænastur ikki eru um sálmaskaldini Mikkjal á Ryggi ella Kingo, hóast vit syngja teirra orð. 

Yrkingarnar hjá Cohen seta átrúnarligar kenslur í samband við gerandis tilburðir. Tær viðgera heilagt og gerandis og fáa áhoyrarin at reflektera yvir náði og skuld, kærleika og vón. Nútímans tankar um tað átrúnarliga eru á mangan hátt ørvísi enn tað vit kenna frá farnu ættarliðum. Cohen megnar í stóran mun at seta nútímans orð og samtíðarhugtøk á kenslur og tankar hjá nútímans menniskjum. Millum annað tá hann skrivar og syngur um iva, longsil og sakn. Ofta er myndamáli tikið úr Gamla Testamenti, einstakar ferðir úr Nýggja Testamenti. 

Á ein hátt er henda gudstænastan lík gudstænastum, vit eru von við. Bøn og bíbliutekstir hava sama pláss sum vanligt. Men, sum áður nevnt, verður sálmabókin ikki tikin í brúk og tónleikurin kemur ikki frá orglinum henda dagin. Organistur okkara hevur fingið tveir tónleikarar aftrat sær. Ein á guitar og ein á cello. 

Ikki allir sangir hjá Cohen egna seg til felagssang, men tveir eru valdir, har alt kirkjuliðið syngur við. At syngja hinar sangirnar hava vit tríggjar sangarar.