Eftir hvørja gudstænastu er kirkjukaffi í hølunum yvirav kirkjuni.
Sjálvboðin at gera ein drekkamunn í okkara kirkju
Kanst tú vera við til at gera ein drekkamunn eftir gudstænasturnar?
Fólk, sum eru í kirkju, eru fegin um at fáa ein kaffimunn og okkurt afturvið, meðan tey sita og fáa eitt prát, áðrenn tey fara heimaftur.
Hetta er sjálvboðið arbeiði. Í køkinum er øll neyðug útgerð og góð uppvaskimaskina.
Uppgávan er:
- – At møta ein tímans tíð árðrenn guðstænastuna, sum byrjar kl. kl. 14, og seta kaffi og te útá til eini 30-40 fólk.
- – At baka Kaku ella breyð/bollar og hava okkurt afturvið. Tað ber eisnini til at keypa hetta, Kirkjuliðið rindar útreiðslurnar.
- – At borðreiða á rulliborði. Vít búka einnýtisservicu ella steintoy; brúka vit steintoy, skal tað vaskast upp, áðrenn vit fra.
- – At rudda av í stovuni og køkinum eftir drekkamunnin. Alt liðugt umleið kl. 16.30 – 17.00.
Hevur tú hug til at taka hond í, skalt tú venda tær til Jovinu Dalsgaard (Jovina@adslhome.dk) tlf. 27335761 aftaná kl. 17:00 ella skrivaran Oddur Hansen (oddurhansen@hotmail.com)