Greinar

Norðurlends gudstænasta

Vælkomin til felags norðurlendska guðstænastu í dómkirkjuni í Keypmannahavn, Vor Frue Kirke sunnudagin 30. oktober kl. 15.00. Heiti er “At liva saman”. Luttøka er frá øllum norðurlendsku kirkjunum í Keypmannahavn og sálmar og bíbliutekstir eru á ymisku málunum. Kór við sangarum úr ymisku kirkjunum luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vor Frue Kirke liggur á Nørregade 8, 1165 København K.

Fyrilestur um Honnu Arendt

Sunnudagin 23. oktober kl. 14.00 heldur Petra Johnsdóttir Joensen fyrilestur um Honnu Arendt í Kirkusalinum í Hans Egedes kirkju. Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Petra er er útbúgvin løgfrøðingur og fór í 2014 at lesa heimsspeki á KU. Hon fer tosa um tað, iðHanna Arendt sigur um viljan. Hannah Arendt, id var týskur-amerikanskur jødi, er fødd í Linden við Hannover 1906 og deyð í New York 1975.Hon var ein av heimsins størstu heimsspekingum í 20. øld. Arendt var útbúgvin innan filosofi, teologi og klassiska filologi á lærdum háskúlum í Týsklandi. 

”Vit eru dømd til at vera fræls við tað, at vit eru fødd. Sama ger, um okkum hóvar frælsi, ella vit hava andstygd fyri tilvild tess, eru nøgd við tað ella okkum hóvar betur at sleppa undan tess øgiligu ábyrgd við at venda okkum til eina ella aðra lagnutrúgv.” (Arendt 1978) Petra Johnsdóttir hugleiðir um Hannah Arendt og fer í sínum fyrilestri at hyggja gjøllari at ástøðinum hjá Arendt um viljan.
Ábyrgd er tann reyði tráðurin í verkunum hjá Arendt. Vit standa til svars fyri gerðum okkara – vit hava ábyrgdina av teimum. Somuleiðis ger Arendt vart við, at vit hava okkara fría vilja til at velja hvørjar gerðir, vit vilja fremja. Vit kunnu ikki sleppa undan ábyrgdini við at vísa á, at vit bert gjørdu eftir boðum, sum okkum vóru givin.
Ábyrgdin av okkara gerðum er okkara, sama ger, hvørji stjórnarskipan vit liva undir. Tey grundleggjandi lívskorini hjá hvørjum einstakum eru, at vit eru borin inn í henda heim, sum vit hava í felag. Vit hava okkara fría vilja at nýskapa í hesum heimi. Viljin gevur okkum frælsi at fara til verka. Í tilvitskulívi okkara er viljin tann parturin, sum lítur frameftir, lítur ímóti framtíðini, har vit kunnu fara til verka.
Mong menniskju vilja ikki kennast við tað frælsið, sum tann fríi viljin ber við sær. Tey vilja sleppa undan tí øgiligu ábyrgdini av tí fría viljanum við at venda sær til eina ella aðra lagnutrúgv. Hóast Arendt er mótfallin og harmast um tað, trýr hon samstundis, at menniskjum stendur í boði at skapa okkurt nýtt, skapa ein betri heim at liva í.
Hannah Arendt, fødd í Linden við Hannover 1906 og deyð í New York 1975, var týskur-amerikanskur jødi. Hon var ein av heimsins størstu heimsspekingum í 20. øld. Arendt var útbúgvin innan filosofi, teologi og klassiska filologi á lærdum háskúlum í Týsklandi.
Petra Johnsdóttir Joensen, f. 1945, er útbúgvin løgfrøðingur og fór í 2014 at lesa heimsspeki á KU. Eisini hevur hon holla útbúgving í leiðslu. Petra hevur havt mong leiðandi størv í fleiri donskum kommunum, verið starvsfólkastjóri á stovninum Filadelfia í Dianalund og stjóri á Almmannaverkinum í Føroyum, sum fyrr kallaðist Almannastovan. Petra, sum er eldhugað innan sosial mál, hevur skrivað fleiri ritgerðir og blaðgreinar innan hetta málsøkið og hevur eisini luttikið við framløgum á nógvum ráðstevnum.

Ólavsøkuhald

Ólavsøkuhald er í Føroyahúsinum 28. juli. Byrja verður, sum undanfarin ár, við guðstænastu. Mariakirkjan og Føroyahúsið liggja tætt og hava sama bakgarð. Tað er tí høgligt at fara úr kirkju í Føroyahúsið. Skráin fyri dagin er henda:

Ólavsøkan 2022 í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, hósdagin 28. Juli.

Kl. 14.00: Guðstænasta í Mariu kirkju, Istedgade 20, 1650 Kbh. V.

Kl. 15.00: Listaframsýning í stovuhæddini – Bruno Michael Eysturstein sýnir fram. Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn skipar fyri.

Kl.. 15.00: Matarsøla við smyrjubreyði við føroyskum viðskera, turrum fiski og eplum. Vafflur við rabarbusúltutoyi og róma.

Kl. 15.00: Barrin letur upp

Kl. 15.30: Ólavsøkan verður sett – Lisbeth Nebelong heldur røðu.

Kl. 16.00: Maskugerð og poppkorn til børnini

Kl.16.00: Ólavsøkukappróður úr Havn á stórskíggja. Farið verður upp á gólv, tá høvið býðst.

Kl.19.00: Konsert við Leu Kampmann

Kl. 21.00: Borgarstjórarøða og ólavsøkusangur – Heðin Mortensen, borgarstjóri á stórskíggja, Ingi Isaksen og Lea Kampman spæla undir felagsssanginum

kl. 22.00: Mikkel Thomas og Andreas Christensen spæla til dans.

Kl. 24.00: Góða nátt

Bussferð til H.C Andersens hús í Odense

Sunnudagin 28. august 2022 verður skipað fyri bussferð til H.C Andersens hús í Odense.

30. juni 2021 lat savnið H.C Andersens hús upp í Odense. Savnið er teknað av japanska arkitektinum Kengo Kuma og fevnir um stórt øki, innan- og uttandurða.

Havin og savnið eru flættaði saman og lata tann vitjandi fara inn og út úr veruleika og hugflogi, júst sum í ævintýrunum hjá H.C Andersen.

Fyri at kunna bíleggja atgongumerki rættstundis biðja vit um tekning í seinasta lagi 12. august til Jovinu Jovina@adslhome.dk ella Borgny bbh@km.dk. Vit fara kl. 09.00 frá Hans Egedes kirkju og eru aftur á sama staði kl. 18.00.

Prísur við inngongd, frokost og kaffi 400,-

Hvítusunnuguðstænasta og frokost – kl. 13.00

Hvítusunnudag, sunnudagin 5. juni kl. 13.00, hevur Sankta Ólavs kirkjulið guðstænastu. Sum nakað ørvísi verður eisini frokostur, um somu tíð. Íblásturin kemur frá teimum kirkjuliðum, ið hava eina felagsmáltíð undir guðstænastuni skírishósdag.

Guðstænastan verður skipað sum samanspæl millum borðhald og tað, ið eyðkennir eina guðstænastu. Sálmar, bønir, bíbliutekstir og prædika eru ein partur av borðhaldi, har vit práta og eta saman.

Henda guðstænasta við frokosti verður í stóra salinum við síðuna av kirkjurúminum.

Gevi gætur at vit byrja kl. 13.00

Vinarliga

Borgny

Aðalfundur sunnudagin 21. november 2021

Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 21. november 2021 aftaná gudstænastuna. Fundurin verður hildin í meinigheitshølinum í Hans Egede kirkju.

Fundarskráin til aðalfundin verður hendan:

  1. Val av fundarstjóra
  2. Val af fundarskrivara
  3. Góðkenning av fundarskrá
  4. Formansfrágreiðing
  5. Framløga av rokniskapi
  6. Val sambært viðtøkunum
  7. Innkomin uppskot
  8. Annað (tað er ikki møguligt at viðtaka nakað undir hesum punktinum)

Um onkur ynskir at stilla upp til nevndina, so skal formaðurin Martin Fjallstein hava boð um í seinasta lagi 11. november 2021 kl. 16:00.

Vegna Sankta Ólavs kirkjulið

Martin Fjallstein, formaður

Tlf. 2097 9568 E-mail: martin@fjallstein.dk

Leonard Cohen gudstænasta sunnudagin 31. oktober kl. 14.00 í Hans Egedes kirkju

Leonard Cohen verður ofta endurgivin í átrúnarligum høpi. Tekstir hansara eru ikki sálmar, men fleiri teirra minna á mangan hátt um nútímans sálmaskaldskap. Sum í síðsta versinum í sanginum Halleluja: 

Eg royndi sum eg kundi best,
so viðbrekið og verjuleyst,
men erligt, tí eg kundi ikki bíða,
og sjálvt um alt gekk skeivan veg, 
eg standi fyri trónuni
Við ongum ørðum uttan Halleluja. 
(Leonard Cohen/Niels Midjord)

Sunnudagin 31. oktober kl. 14.00 verður gudstænasta, har tekstirnir hjá Cohen verða sungnir og spældir, í staðin fyri sálmar úr sálmabókini. Hetta ikki ein gudstænasta um Leonard Cohen, á sama hátt sum gudstænastur ikki eru um sálmaskaldini Mikkjal á Ryggi ella Kingo, hóast vit syngja teirra orð. 

Yrkingarnar hjá Cohen seta átrúnarligar kenslur í samband við gerandis tilburðir. Tær viðgera heilagt og gerandis og fáa áhoyrarin at reflektera yvir náði og skuld, kærleika og vón. Nútímans tankar um tað átrúnarliga eru á mangan hátt ørvísi enn tað vit kenna frá farnu ættarliðum. Cohen megnar í stóran mun at seta nútímans orð og samtíðarhugtøk á kenslur og tankar hjá nútímans menniskjum. Millum annað tá hann skrivar og syngur um iva, longsil og sakn. Ofta er myndamáli tikið úr Gamla Testamenti, einstakar ferðir úr Nýggja Testamenti. 

Á ein hátt er henda gudstænastan lík gudstænastum, vit eru von við. Bøn og bíbliutekstir hava sama pláss sum vanligt. Men, sum áður nevnt, verður sálmabókin ikki tikin í brúk og tónleikurin kemur ikki frá orglinum henda dagin. Organistur okkara hevur fingið tveir tónleikarar aftrat sær. Ein á guitar og ein á cello. 

Ikki allir sangir hjá Cohen egna seg til felagssang, men tveir eru valdir, har alt kirkjuliðið syngur við. At syngja hinar sangirnar hava vit tríggjar sangarar.