Hans Egedes Kirkjan fær føroyskan bát

Arvingarnir eftir Knud Ottosen, ið var prestur í Sandoyar prestagjaldi frá 1918 – 1924 hava havt bátin Sigmundur í varðveitslu, men ynsktu at báturin “kom heimaftur”, sum tey tóku til. Tí vendu tey sær til føroyska kirkjuliðið, og spurdu um vit høvdu  huga fyri bátinum. Vit vendu okkum til danska meinigheitsráðið, ið hevur ræðið yvirLæs videre

Elsta føroyska útvarpsguðstænastan!

Danmarks Radio hevur sent føroyska jólaguðstænastu síðani 26. decembur í 1938. Liðin eru 102 ár síðani føroyingur fóru undur at halda regluligar guðstænastir á føroyskum í Keypmannahavn. I fyrstani hevur helst verið talan um deknaguðs-tænastur á føroyskum – hettar var longu áðrenn føroyskt varð loyvt guðstænastumál í Føroyum. Millum kendastu nøvnini, ið hava staðið fyri hesum guðstænastunum, eru Gudmund Bruun próstur, iðLæs videre