Vælkomin til felags norðurlendska guðstænastu í dómkirkjuni í Keypmannahavn, Vor Frue Kirke sunnudagin 30. oktober kl. 15.00. Heiti er “At liva saman”. Luttøka er frá øllum norðurlendsku kirkjunum í Keypmannahavn og sálmar og bíbliutekstir eru á ymisku málunum. Kór við sangarum úr ymisku kirkjunum luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vor Frue Kirke liggur á Nørregade 8, 1165Læs videre
Kategori: Ikke kategoriseret
Fyrilestur um Honnu Arendt
Sunnudagin 23. oktober kl. 14.00 heldur Petra Johnsdóttir Joensen fyrilestur um Honnu Arendt í Kirkusalinum í Hans Egedes kirkju. Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Øll eru hjartaliga vælkomin. Petra er er útbúgvin løgfrøðingur og fór í 2014 at lesa heimsspeki á KU. Hon fer tosa um tað, iðHanna Arendt sigur um viljan. Hannah Arendt, id var týskur-amerikanskur jødi, er fødd í Linden við Hannover 1906 og deyðLæs videre
Ólavsøkuhald
Ólavsøkuhald er í Føroyahúsinum 28. juli. Byrja verður, sum undanfarin ár, við guðstænastu. Mariakirkjan og Føroyahúsið liggja tætt og hava sama bakgarð. Tað er tí høgligt at fara úr kirkju í Føroyahúsið. Skráin fyri dagin er henda: Ólavsøkan 2022 í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, hósdagin 28. Juli. Kl. 14.00: Guðstænasta í Mariu kirkju, Istedgade 20, 1650Læs videre
Bussferð til H.C Andersens hús í Odense
Sunnudagin 28. august 2022 verður skipað fyri bussferð til H.C Andersens hús í Odense. 30. juni 2021 lat savnið H.C Andersens hús upp í Odense. Savnið er teknað av japanska arkitektinum Kengo Kuma og fevnir um stórt øki, innan- og uttandurða. Havin og savnið eru flættaði saman og lata tann vitjandi fara inn og útLæs videre
Hvítusunnuguðstænasta og frokost – kl. 13.00
Hvítusunnudag, sunnudagin 5. juni kl. 13.00, hevur Sankta Ólavs kirkjulið guðstænastu. Sum nakað ørvísi verður eisini frokostur, um somu tíð. Íblásturin kemur frá teimum kirkjuliðum, ið hava eina felagsmáltíð undir guðstænastuni skírishósdag. Guðstænastan verður skipað sum samanspæl millum borðhald og tað, ið eyðkennir eina guðstænastu. Sálmar, bønir, bíbliutekstir og prædika eru ein partur av borðhaldi,Læs videre
Aðalfundur sunnudagin 21. november 2021
Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 21. november 2021 aftaná gudstænastuna. Fundurin verður hildin í meinigheitshølinum í Hans Egede kirkju. Fundarskráin til aðalfundin verður hendan: Val av fundarstjóra Val af fundarskrivara Góðkenning av fundarskrá Formansfrágreiðing Framløga av rokniskapi Val sambært viðtøkunum Innkomin uppskot Annað (tað er ikki møguligtLæs videre
Sunnudagsskúli
Sunnudagin 10. oktobur klokkan 11.00 er sunnudagsskúli í Føroyahúsinum. Á skrannið er sagnur, bíbliusøga og hugni. Aftana er barnavinarligur frokostur.
Um sálmin “Tolin bíða, trongdir líða”.
Borgny Brünings-Hansen, prestur, greinar sálmin “Tolin bíða, trongdir líða”.
Tónleikagudstænasta og jólaheilsur í Hans Egedes Kirkju
Tónleikagudstænasta og jólaheilsur í Hans Egedes Kirkju, Vardegade 14, 2100 København Ø Sunnudagin 6. december kl. 14.00. Kirkjusangarar og Tóra Vestergaard syngja (eingin felagssangur vegna koronu). Eftir gudstænastuna er høvi at lesa jólaheilsur inn og fáa sær kaffi/te/saft og eplaskivur uttanfyri.
Aðalfundur
Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 15. november 2020 aftaná gudstænastuna. Fundurin verður hildin í meinigheitshølinum í Hans Egede kirkju. Fundarskráin til aðalfundin verður hendan: Val av fundarstjóra Val af fundarskrivara Góðkenning av fundarskrá Formansfrágreiðing Framløga av rokniskapi Val sambært viðtøkunum Innkomin uppskot Annað (tað er ikki møguligt atLæs videre