Sunnudagin 7. juni er aftur føroysk guðstænasta kl 14.00 í Hans Egedes kirkju á Eysturbrúgv. Páll Sólstein spælir horn hendan dagin. Sum motet hoyra vit umsetta svenska summarsálmin Nú anga grøs og blómur milt. Síðsta vers byrjar:
Tú hevur øllum lív á jørð
av tíni stóri náði,
men bjartast lýsir tó títt orð,
tað eg sum gávu fái.
Eftir guðstænastuna er sum vant kaffi og te at fáa og hugnalig samvera. Vit markera eisini, at Borgny Brünings-Hansen hevur verið prestur í kirkjuliðnum í 10 ár.

—
Føroyskar guðstænastur eru fast 1. og 3. sunnudag í mánaðinum. Adressan er: Vardegade 14, 2100 København Ø.
S-tokstøðin og Metro Nordhavn liggja umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14 og 23 steðga tætt við.
—
Næstu gudstænasturnar eru:
Sunnudagin 21. juni kl. 14:00 í Hans Egedes kirkju
Sunnudag 5. juli kl. 14:00 í Tiny Church / Tólvkantinum í Norðhavnini
Týsdag 28. juli kl. 14:00 Ólavsøkuguðstænasta í Mariukirkjuni á Vesterbro

