Guðstænasta sunnudag 19. apríl kl. 14:00

Sunnudagin 15. februar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát. Øll eru hjartaliga vælkomin. — Adressan er Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin og Metro Nordhavn liggja umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14Læs videre

Útferð til Helsingør sunnudag 10. mai kl. 10:00-17:00

Kom við á spennandi útferð til Helsingør. Vit fara úr Hans Egede Kirkju kl. 10:00, og koyra til Helsingør, har vit fáa ein kaffimunn áðrenn vit vitja framsýningina ”SOS – Reddet på åbent hav” á M/S – Museet for Søfart.Framsýningin sigur søguna um fragtskipið CLARA MÆRSK, sum ávegis úr Bangkok til Hong Kong fekk SOS-boðLæs videre

Tjóðskjalasavnið – Tín søga hevur týdning

Skjalasavnið hevur sent Sankta Ólavs Kirkjuliði eina plakat – Tín søga hevur týdning. Hettar er í vón um, at tað ber til at fáa varðveitt føroysk skjøl, sum eru fylgd við útisetum, føroyingum, í Danmark, men sum eru ein partur av okkara felags søgu. Um tit hava fyrispurningar ella tilfar við skrivum, myndum ella filmum:Læs videre

Guðstænasta sunnudag 15. mars kl. 14:00

Sunnudagin 15. mars kl. 14:00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju á Eysturbrúgv. Tað er Marna Vandsdal Egholm, prestur, sum hevur guðstænastuna. Eftir guðstænastuna bjóða vit kaffe/te, hugnaliga samveru og ein stuttan fyrilestur. Øll eru hjartaliga vælkomin. — Um fyrilesturin: Úr bønarkamari kongsins til Leirvíkar  Ein sera áhugaverdur fyrilestur um kirkjulist. Um hvussuLæs videre

Guðstænasta sunnudag 1. mars kl. 14:00

Sunnudagin 1. mars kl. 14:00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju á Eysturbrúgv. Eftir guðstænastuna bjóða vit kaffe/te og hugnaliga samveru. Øll eru hjartaliga vælkomin. — Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstatiónin liggur tætt við og bussarnir 14 og 23 steðga einini nærhendis. — Næsta føroyskaLæs videre

Føroyska kirkjuliðið fingið nýggja kirkju í Nordhavnini

Sankta Ólavs kirkjulið hevur síðan januar 2013 haft føroyskar guðstænastur í Hans Egedes kirkju á Østerbro. Hans Egedes sókn umfatar eisini Nordhavn, ið er eitt øki, har nógv er bygt seinastu tíggju árini. Nú búgva umleið 6000 fólk í støðugt vaksandi býarpartinum og kirkjuráðið hevur, saman við øðrum, bygt eina fyribils kirkju í Nordhavnini. KirkjanLæs videre

Guðstænasta sunnudag 15. februar kl. 14.00

Sunnudagin 15. februar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Í komandi viku byrjar føstan og fyrstu sálmur er Aftur føstuklokkan ljóðar. Olivar á Ryggi hevur yrkt og hann endar sálmin við ørindinum: Lat nú føstuklokku ringja, ringja tungt við sorgarljóð; enn í himni einglar syngja: Páskamorgun tú upp stóð. — FøroyskarLæs videre

Guðstænasta sunnudag 1. februar kl. 14:00

Sunnudagin 1. februar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju. Eftir guðstænastuna er sum vant ein drekkamunnur í kirkjustovuni, har høvi er at fáa eitt hugnaligt prát. Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14 og 23 steðga tættLæs videre

Guðstænasta sunnudag 18. januar kl. 14:00

Sunnudagin 18. januar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju. Eftir guðstænastuna er sum vant ein drekkamunnur í kirkjustovuni, har høvi er at fáa eitt hugnaligt prát. Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14 og 23 steðga tættLæs videre

Pílagrímsvandring í Norðhavnini 25. januar kl. 14:00

HIMININ YVIR OKKUM – OG JØRÐIN UNDIR FÓTUM OKKARA Andakt og túrur í kvirru í serstøkum øki og nýbygda, lítla kirkjurúminum Tólvkantinum Sankta Ólavs kirkjulið hevur síðan januar 2013 haft føroyskar guðstænastur í Hans Egedes kirkju á Østerbro. Hans Egedes sókn umfatar eisini Nordhavn, ið er eitt øki, har nógv er bygt seinastu tíggju árini.Læs videre