Góðu kirkjufólk
Vit høvdu glett okkum til jólagudstænastuna 2. jóladag. Hon skuldi vera í Mariukirkju á Vesturbrúgv, sum vit høvdu lænt, tí har kunna upp til 70 fólk koma til gudstænastu.
Sum flest øll vita, hevur orðaskifti verið í mongum sóknum, um tað er ráðiligt at hava gudstænastur við nógvum fólki, nú so nógv smitta er. Eisini nevndin í Sankta Ólavs kirkjuliði hevur skift orð um hetta. Nevndin er komin til ta niðurstøðu, at best er at avlýsa gudstænastuna 2. jóladag, og komandi gudstænastur, so leingi smittutrýstið er so høgt. Vit vóna, at tit skilja okkara avgerð og kunna taka undir við okkum. Vit lýsa aftur, tá føroyskar gudstænastur byrja aftur í Hans Egedes kirkju.
Við yndisliga sálminum Føgur er foldin, sum Tóra Vestergaard her syngur, ynskja nevnd og prestur øllum gleðilig jól.