Greinar

Barnaguðstænasta í Hans Egede Kirkju sunnudagin 30. apríl kl. 11.00

Barnaguðstænasta í Hans Egede Kirkju sunnudagin 30. apríl kl. 11.00 Guðstænasta varir umleið ein hálvan tíma. Vit syngja sunnudagsskúlasangir, ein sálm og hoyra søguna um, hvussu Pætur gjørdist lærusveinur hjá Jesusi. Eftir guðstænastuna bjóða vit barnavinaligan frokost. Fyri at vita nøkulunda hvussu nógv vit vera, hevði verið gott um tit kundu melda tykkum til á bbh@km.dk ellaLæs videre

Sankta Ólavs kirkjulið bussútferð

Útferð fyri alla familjuna leygardagin 13. mai til  ”Kongernes Nordsjælland” Vit fara kl. 9 við stórum og góðum bussi, við føroyskum førara, úr Keypmannahavn til Hillerød. Har byrja vit andagt í vøkru og sjáldsomu slotskirkjuni á Frederiksborg Slotti. Kirkjan var upprunaliga til kong og hansara fólk.  Borgny prestur hevur andaktina, og vit syngja nakrar sálmar.Læs videre

Ragnhild Sørensen er farin

10.03.17 varð Ragnhild borðin til gravar úr Pedersborg kirkju nærhendis Sorø. Her búi syrðadalskvinnan saman við manni og húski tað mesta av lívi sínum. Og heim teirra var karmur um stórt gestablídni. Ragnhild er fyrst og fremmst kend í føroyska felagslívinum á Vestursælandi, og frá lokalpolitikki har. Men, hon var eisini í fleiri ár formaðurLæs videre

Konsert við Martin Joensen

Fríggjadagin 28. apríl kl. 17.00 verður konsert við Martin Joensen í Hans Egede Kirkju. Konsertin varar frá kl. 17.00 til 19.00, íroknað ein steðg, har møguleiki verður at fáa eitt glas av sodavatn ella vín. Í fyrra partinum av konsertini fer Martin Joensen at greiða frá sínum hugsanum um at seta nútíðar orð á kristnaLæs videre

Fyrilestur við Hans Jacob Joensen

Eftir guðstænastuna sunnudagin 19. mars verður stuttur fyrilestur við fyrrverandi biskupi Hans Jacob Joensen. Fyrilesturin ber heiti ”Líváskoðan føroyinga – átrúnaður og gerandislív”. Hans Jacob Joensen er føddur í 1938 og er uppvaksin við Gjógv. Hann las guðfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og fekk í 1968 embætisprógv.  Eftir loknan lestur var hann prestvígdur ogLæs videre

Pallborðsfundur um trúgv og vísindi

– í Føroyahúsinum týskvøldið 1. november kl. 19.30 Fyriskipari: Sankta Ólavs kirkjulið Pallborðfundurin er ókeypis. Høvi er at byrja kvøldið við ræstum fiski, sum Føroyahúsið borðreiðir við kl. 17.30. Kostnaðurin fyri døgurða við kaffimunni og søtum omaná er 130 kr. Tekning til døgurðan í føroyahúsinum. Pallborðsluttakarar Arni Zachariassen, bachelor í gudfrøði frá University of Aberdeen. AktivurLæs videre

Heilsan til Berg Jacobsen, prest.

Í samband við 100 ára haldið 28. novembur, bar Sankta Ólavs kirkjulið hesa heilsan til Bergur Jacobsen, sum 1. februar er farin frá vegna aldur. >>Í ár hátíðarheldur Sankta Ólavs kirkjulið sín 100 ára stovningardag, og samstundis takkar kirkjuliðið Berg Jacobsen, prest, fyri, at hann hevur verið prestur og sálarhirði okkara tey síðstu 20 árini. TeyLæs videre

100 ára hátíðarguðstænasta í Keypmannahavn

Leygardagin 28. november kl.14.00 verður søgulig hátíðargudstænasta í Eliaskirkjuni á Vesturbrúgv. Gudstænastan verður ein staðfesting av og fagnaður um, at 100 ár eru liðin, síðani føroyingar í Keypmannahavn stovnaðu tað føroyska kirkjuliðið, Sankta Ólavs kirkjulið, ið er tann elsti, føroyski, felagskapurin í Danmark, sum er við sítt fríska lív. Undir gudstænastuni syngur Mpiri kórið sum preludium: “Harra GuðLæs videre

Pallborðsfundur í Føroyahúsinum

Í sambandi við at Sankta Ólavs kirkjulið hevur 100 ár á baki, verður skipað fyri einum pallborðsfundi í Føroyahúsinum týskvøldið 10. november kl. 19.30. Fundarevni: Átrúnaður og trúgv í føroyska samfelagnum – nú og í framtíðini. Pallborðsluttakarar eru: • Janna Hansen, cand. mag. í religión og søgu, ph.d. frá Aarhus Universitet. Hon arbeiðir í løtuni sum postdoc áLæs videre