Sunnudagin 4. oktober verður føroysk guðstænasta í Hans Egedes Kirkju. Bergur Jacobsen hevur altartænastuna. Fríða M Thomsen, BA og stud.teol, prædikar. Eftir Guðstænastuna fer Sverri Steinhólm, prestur og cand.teol, at halda fyrilestur um kristiliga ungmannafelag føroyinga í Keypmannahavn (vanliga nevnt “Mílafelagið”) og um prestin Emil Joensen. Emil Joensen varð føddur í Vágunum í 1891. HannLæs videre
Greinar
Santa Ólavs kirkjulið 100 ár í heyst
Føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn verður 100 ár í novembur mánað. Tíðliga kom kirkjuliðið at eita Santa Ólavs Kirkjulið, og soleiðis eitur tað enn. Onkuntíð verður tað stytt til SÓK. Heimasíðan eitur kortini fokirkja.dk eins og síðan hjá Føroyahúsinum í Keypmannahavn eitur fohus.dk. Fo sipar til Føroyar. Eftir nógv ár í Samuelskirkjuni í Thorsgade flutti kirkjuliðiðLæs videre

Hans Egedes Kirkjan fær føroyskan bát
Arvingarnir eftir Knud Ottosen, ið var prestur í Sandoyar prestagjaldi frá 1918 – 1924 hava havt bátin Sigmundur í varðveitslu, men ynsktu at báturin “kom heimaftur”, sum tey tóku til. Tí vendu tey sær til føroyska kirkjuliðið, og spurdu um vit høvdu huga fyri bátinum. Vit vendu okkum til danska meinigheitsráðið, ið hevur ræðið yvirLæs videre
Elsta føroyska útvarpsguðstænastan!
Danmarks Radio hevur sent føroyska jólaguðstænastu síðani 26. decembur í 1938. Liðin eru 102 ár síðani føroyingur fóru undur at halda regluligar guðstænastir á føroyskum í Keypmannahavn. I fyrstani hevur helst verið talan um deknaguðs-tænastur á føroyskum – hettar var longu áðrenn føroyskt varð loyvt guðstænastumál í Føroyum. Millum kendastu nøvnini, ið hava staðið fyri hesum guðstænastunum, eru Gudmund Bruun próstur, iðLæs videre
Nýggj heimasíða
Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá føroyska kirkjuliðinum í Keypmannahavn. Her fara vit at kunna um tað, sum fer fram í kirkjuni og um hvussu til ber at koma í samband við prestin, tá ið talan er um dóp, brúdleyp, jarðarferð ella vitjan á sjúkrahúsunum í Keypmannahavn. Á heimasíðuni fara tygum eisini at finna kunnandi greinastubbar,Læs videre
