Blomstur smá um dal og líð,
yndislig á summartíð,
brosandi í litum bjørt,
góði Gud tey hevur gjørt.

Í morgin, sunnudagin 2. august kl. 14:00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju á Østerbro.
Eftir guðstænastuna er sum vant kaffi og te at fáa og hugnalig samvera.
Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Adressan er: Vardegade 14, 2100 København Ø.
S-tokstøðin og Metro Nordhavn liggja umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14 og 23 steðga tætt við.
Guðstænasta er aftur 16. august kl. 14:00 í Hans Egedes kirkju
