Greinar

Føroyskar guðstænastur í juli og og august

Í juli og august eru guðstænastunar færri enn restina av árinum. Síðsta sunnudag í juli og fyrsta í august eru ikki føroyskar guðstænastur í Hans Egedes kirkju. Ólavsøkuaftan, leygardagin 28. juli er guðstænasta í Christianskirkjuni á Strandgade 1, í samband við ólavskuhald á Nordatlantens Brygge. Tað tekur umleið tíggju minuttir at ganga frá kirkjuni tilLæs videre

Fyrsta hvítusunnudag

Fyrsta hvítusunnudag, 20. mai, er guðstænastan saman við danska kirkjuliðinum. Legg til merkis, at at hendan guðstænastan er kl. 12.00, og ikki sum vant kl. 14.00. Aftaná guðstænastuna er frokostur, har øll eru vælkomin.

Sankta Ólavs kirkjulið skipar fyri bussútferð í mai.

Sunnudagin 13. mai skipar Sankta Ólavs kirkjulið fyri bussútferð til Gásatornið í Vordingborg og Dómkirkjuna í Maribo, ið eru borg og kirkja úr miðøldini. Vit fara kl. 09.00 frá Føroyahúsinum í stórum og góðum bussi, við føroyskum førara, til Vordingborg. Har síggja vit Gásatornið, sum er borgin hjá Valdemar Atterdag. Virgar Dalsgaard sigur frá søguniLæs videre

Barnaguðstænasta 22. apríl

Sunnudagin 22. apríl klokkan 14.00 verður føroysk barnguðstænasta í Natanaels kirkju, Holmbladsgade 19. Kom og hoyr um, hvussu tað gekst, tá hægsta tornið í heiminum skuldi byggjast. Guðstænastan varir umleið hálvan tíma, og vit syngja sálmar og sunnudagsskúlasangir. Aftaná bjóða vit okkurt leskiligt. Fyri at vita, hvussu nógv vit nøkulunda vera, kunne tit siga iráLæs videre

Guðstænasta og prestavitjan 15. apríl

Sunnudagin 15. apríl er føroysk guðstænasta í Hans Egede kirkju. Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, prædikar og Borgny Brünings-Hansen, hevur altartænastuna. Føroysku sóknarprestarnir eru i døgunum 14.-17. apríl á námsferð til Keypmannahavnar og í hesum sambandi luttaka tey í føroysku guðstænastuni. Les meira um námsferðina fra Jógvan Fríðriksson, biskupur, her. Aftaná er sum vant ein drekkamuðurLæs videre

Guðstænasta páskadag

Páskadag, sunnudagin 1. apríl, er føroysk guðstænasta kl. 14.00 í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Borgny Brünings-Hansen hevur guðstænastuna. Aftaná er sum vant ein drekkamuður í kirkjustovuni, har høvi er at fáa eitt hugnaligt prát. Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 3A, 8ALæs videre

Sunnudagin 18. mars er føroysk guðstænasta

Sunnudagin 18. mars er føroysk guðstænasta aftur í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Sunnudagurin ber heiti Boðanardagur Mariu og teksturin er lovsangur, ið Maria ber fram, eftir at einglaboðini eru givin henni. Myndin er málað av Joakim Skovgaard og hongur í Davids kirkjuni, sum liggur tætt við Hans Egedes kirkju. Altartalvan er komin til DavidsLæs videre

Guðstænasta og framsýning av vatnlitsmyndum

Sunnudagin 4. mars er føroysk guðstænasta í Hans Egede kirkju kl. 14.00. Ólavur Eysturdal prædikar og Borgny Brunings-Hansen hevur altartænastuna. Eftir guðstænastuna verður høvi at síggja vatnlitsmyndir av føroyskum kirkjum sum danski arkitekturin og listamaðurin Holger Jensen teknaði. Framsýningin byrjar við, at Borgny Brunings-Hansen sigur stutt frá um føroyska kirkjubyggisøgu. Ein drekkamunnur verður sum vantLæs videre

Reformatiónin – árin og áhugi í okkara tíð

Reformatiónin – árin og áhugi í okkara tíð Temadagur í samband við at 500 ár eru liðin, síðani Martin Luther kunngjørdi teir 95 setningarnar, ið seinni gjørdust grundarlagið undir reformatiónini. Tiltakið verður skipað við stuttum fyrilestrum við hvør sínum evni. Hvørt evni verður viðgjørt, sum tað sá út fyri 500 árum síðan og eftir hettaLæs videre