Sankta Ólavs kirkjulið bussútferð

Útferð fyri alla familjuna leygardagin 13. mai til ”Kongernes Nordsjælland”
Vit fara kl. 9 við stórum og góðum bussi, við føroyskum førara, úr Keypmannahavn til Hillerød. Har byrja vit andagt í vøkru og sjáldsomu slotskirkjuni á Frederiksborg Slotti. Kirkjan var upprunaliga til kong og hansara fólk.  Borgny prestur hevur andaktina, og vit syngja nakrar sálmar.
Leiðin gongur síðani út í ta avbera vøkru slotsparkina, har vit spáka og njóta henda garðin,  sum í 1993-96 varð førdur aftur til sín uppruna sum barokkgarður í 1700-talinum. Túsundtals fólk leita sær hvørt ár higar at síggja hesa sjaldsomu viðalundina við runnum og trøum, blómubeðum og kongaligum monogrrammum, áarløkum og spegilsmyndum.
Nú eru stundir til frokost við smurdum breyði. Eftir máltíðina fara vit aftur á slottið at síggja tað fjølbroytta savnið við kongaligum lutum og málningum í teimum stórslignu hallunum. Her er eisini ein framsýning, ið serliga vendir sær til børn og barnafamiljur.
Seinnapartin gongur leiðin til Fredensborg. Her síggja vit hábærsliga barokkslottið, Fredensborg Slott, sum varð bygt í 1720-unum. Vit fáa kaffi og køku í tí sera vakra slotsgarðinum, sum er tann størsti í Danmark. Síðan gongur leiðin heimaftur eftir Kongavegnum.
Meðan vit koyra og á staðnum verður Virgar Dalsgaard okkara køni frásøgumaður.
Prísur 200,- íroknað atgongd til savn, frokost og kaffi v/køku. Børn undir konfirmatiónsaldur ókeypis. Ung í útbúgving, hálvan prís. Drykkivørur fáast til keyps fyri sámuligan prís. Tekning í seinasta lagi fríggjadagin 5. mai  hjá Jovinu Dalsgaard jovina@adslhome.dk ella hjá Borgny Brünings-Hansen bbh@km.dk mobil 51 35 51 90. Goldið verður í bussinum efir fráferð, kontant ella við mobilpay.