Sunnudagin 18. mars er føroysk guðstænasta

Sunnudagin 18. mars er føroysk guðstænasta aftur í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Sunnudagurin ber heiti Boðanardagur Mariu og teksturin er lovsangur, ið Maria ber fram, eftir at einglaboðini eru givin henni. Myndin er málað av Joakim Skovgaard og hongur í Davids kirkjuni, sum liggur tætt við Hans Egedes kirkju. Altartalvan er komin til DavidsLæs videre →

Guðstænasta og framsýning av vatnlitsmyndum

Sunnudagin 4. mars er føroysk guðstænasta í Hans Egede kirkju kl. 14.00. Ólavur Eysturdal prædikar og Borgny Brunings-Hansen hevur altartænastuna. Eftir guðstænastuna verður høvi at síggja vatnlitsmyndir av føroyskum kirkjum sum danski arkitekturin og listamaðurin Holger Jensen teknaði. Framsýningin byrjar við, at Borgny Brunings-Hansen sigur stutt frá um føroyska kirkjubyggisøgu. Ein drekkamunnur verður sum vantLæs videre →

Reformatiónin – árin og áhugi í okkara tíð

Reformatiónin – árin og áhugi í okkara tíð Temadagur í samband við at 500 ár eru liðin, síðani Martin Luther kunngjørdi teir 95 setningarnar, ið seinni gjørdust grundarlagið undir reformatiónini. Tiltakið verður skipað við stuttum fyrilestrum við hvør sínum evni. Hvørt evni verður viðgjørt, sum tað sá út fyri 500 árum síðan og eftir hettaLæs videre →

Barnaguðstænasta í Hans Egede Kirkju sunnudagin 30. apríl kl. 11.00

Barnaguðstænasta í Hans Egede Kirkju sunnudagin 30. apríl kl. 11.00 Guðstænasta varir umleið ein hálvan tíma. Vit syngja sunnudagsskúlasangir, ein sálm og hoyra søguna um, hvussu Pætur gjørdist lærusveinur hjá Jesusi. Eftir guðstænastuna bjóða vit barnavinaligan frokost. Fyri at vita nøkulunda hvussu nógv vit vera, hevði verið gott um tit kundu melda tykkum til á bbh@km.dk ellaLæs videre →

Sankta Ólavs kirkjulið bussútferð

Útferð fyri alla familjuna leygardagin 13. mai til  ”Kongernes Nordsjælland” Vit fara kl. 9 við stórum og góðum bussi, við føroyskum førara, úr Keypmannahavn til Hillerød. Har byrja vit andagt í vøkru og sjáldsomu slotskirkjuni á Frederiksborg Slotti. Kirkjan var upprunaliga til kong og hansara fólk.  Borgny prestur hevur andaktina, og vit syngja nakrar sálmar.Læs videre →

Ragnhild Sørensen er farin

10.03.17 varð Ragnhild borðin til gravar úr Pedersborg kirkju nærhendis Sorø. Her búi syrðadalskvinnan saman við manni og húski tað mesta av lívi sínum. Og heim teirra var karmur um stórt gestablídni. Ragnhild er fyrst og fremmst kend í føroyska felagslívinum á Vestursælandi, og frá lokalpolitikki har. Men, hon var eisini í fleiri ár formaðurLæs videre →

Konsert við Martin Joensen

Fríggjadagin 28. apríl kl. 17.00 verður konsert við Martin Joensen í Hans Egede Kirkju. Konsertin varar frá kl. 17.00 til 19.00, íroknað ein steðg, har møguleiki verður at fáa eitt glas av sodavatn ella vín. Í fyrra partinum av konsertini fer Martin Joensen at greiða frá sínum hugsanum um at seta nútíðar orð á kristnaLæs videre →

Fyrilestur við Hans Jacob Joensen

Eftir guðstænastuna sunnudagin 19. mars verður stuttur fyrilestur við fyrrverandi biskupi Hans Jacob Joensen. Fyrilesturin ber heiti ”Líváskoðan føroyinga – átrúnaður og gerandislív”. Hans Jacob Joensen er føddur í 1938 og er uppvaksin við Gjógv. Hann las guðfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og fekk í 1968 embætisprógv.  Eftir loknan lestur var hann prestvígdur ogLæs videre →

Pallborðsfundur um trúgv og vísindi

– í Føroyahúsinum týskvøldið 1. november kl. 19.30 Fyriskipari: Sankta Ólavs kirkjulið Pallborðfundurin er ókeypis. Høvi er at byrja kvøldið við ræstum fiski, sum Føroyahúsið borðreiðir við kl. 17.30. Kostnaðurin fyri døgurða við kaffimunni og søtum omaná er 130 kr. Tekning til døgurðan í føroyahúsinum. Pallborðsluttakarar Arni Zachariassen, bachelor í gudfrøði frá University of Aberdeen. AktivurLæs videre →