Føroysk barnaguðstænasta verður í Natahanaels kirkju, Holmbladsgade 19, 2300 keypmannahavn, sunnudagin tann 11. novembur kl. 14.00. Vit fara at hoyra um hin góða hirða, sum ansar eftir øllum seyðum sínum. Men hann hevur mist ein burtur! Kom og hjálp honum at leita. Aftaná guðstænastuna er drekkamunnur í sóknarhúsunum, beint við síðuna av kirkjuni. Sunnudagsskúlin áLæs videre
Kategori: Kunning
Aðalfundur
Hervið verður boðað frá, at árligi aðalfundurin i Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 18. novembur 2018 aftaná gudstænastuna. Fundurin verður hildin í meinigheidshølunum í Hans Egede kirkju. Fundarskráin til aðalfundin verður hendan: Val af fundarstjóra Val av fundarskrivara Góðkenning av fundarskrá Formansfrágreiðing Framløga av rokniskapi Val av trimum nevndarlimum og einum tiltakslimi Innkomin uppskot AnnaðLæs videre
Fyrilestur: “Kvinnurnar undir trúbótini í Onglandi”
Fyrilestur i Hans Egede Kirke tann 28. oktober kl. 15:00 Kvinnurnar sum vóru orsøkin til trúbótina í Onglandi. Heindrikkur áttandi og Anglikanska kirkjan. Prestur emeritus Bergur Jacobsen sigur frá um gongdina í tí Anglikansku kirkjuni. Hoyr um tað uttan, iva mest, áhugaverda tiðarskeiðið, tá Heindrikkur 8. og døturnar Mary og Elisabeth ráddu i Onglandi. TaðLæs videre
Støðugt á ferð – K. O. Viderø og ferðafrásagnir hansara
Bergur Djurhuus Hansen heldur fyrilestur um Kristian Osvald Viderø og ferðafrásagnir hansara. Neyvan nakar føroyskur útiseti man hava ferðast so títt, støðugt og víða sum Viderø (1906-1991). At ferðast var fyri hann ein spurningur um lív ella deyð – og tilfar til skaldskap. Eftir Viderø liggja í dag 4 bind við ferðafrásagnum umframt mangt annaðLæs videre
Føroyskar guðstænastur í juli og og august
Í juli og august eru guðstænastunar færri enn restina av árinum. Síðsta sunnudag í juli og fyrsta í august eru ikki føroyskar guðstænastur í Hans Egedes kirkju. Ólavsøkuaftan, leygardagin 28. juli er guðstænasta í Christianskirkjuni á Strandgade 1, í samband við ólavskuhald á Nordatlantens Brygge. Tað tekur umleið tíggju minuttir at ganga frá kirkjuni tilLæs videre
Fyrsta hvítusunnudag
Fyrsta hvítusunnudag, 20. mai, er guðstænastan saman við danska kirkjuliðinum. Legg til merkis, at at hendan guðstænastan er kl. 12.00, og ikki sum vant kl. 14.00. Aftaná guðstænastuna er frokostur, har øll eru vælkomin.
Sankta Ólavs kirkjulið skipar fyri bussútferð í mai.
Sunnudagin 13. mai skipar Sankta Ólavs kirkjulið fyri bussútferð til Gásatornið í Vordingborg og Dómkirkjuna í Maribo, ið eru borg og kirkja úr miðøldini. Vit fara kl. 09.00 frá Føroyahúsinum í stórum og góðum bussi, við føroyskum førara, til Vordingborg. Har síggja vit Gásatornið, sum er borgin hjá Valdemar Atterdag. Virgar Dalsgaard sigur frá søguniLæs videre
Barnaguðstænasta 22. apríl
Sunnudagin 22. apríl klokkan 14.00 verður føroysk barnguðstænasta í Natanaels kirkju, Holmbladsgade 19. Kom og hoyr um, hvussu tað gekst, tá hægsta tornið í heiminum skuldi byggjast. Guðstænastan varir umleið hálvan tíma, og vit syngja sálmar og sunnudagsskúlasangir. Aftaná bjóða vit okkurt leskiligt. Fyri at vita, hvussu nógv vit nøkulunda vera, kunne tit siga iráLæs videre
Guðstænasta og prestavitjan 15. apríl
Sunnudagin 15. apríl er føroysk guðstænasta í Hans Egede kirkju. Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, prædikar og Borgny Brünings-Hansen, hevur altartænastuna. Føroysku sóknarprestarnir eru i døgunum 14.-17. apríl á námsferð til Keypmannahavnar og í hesum sambandi luttaka tey í føroysku guðstænastuni. Les meira um námsferðina fra Jógvan Fríðriksson, biskupur, her. Aftaná er sum vant ein drekkamuðurLæs videre
Guðstænasta páskadag
Páskadag, sunnudagin 1. apríl, er føroysk guðstænasta kl. 14.00 í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Borgny Brünings-Hansen hevur guðstænastuna. Aftaná er sum vant ein drekkamuður í kirkjustovuni, har høvi er at fáa eitt hugnaligt prát. Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 3A, 8ALæs videre
