Guðstænasta og framsýning av vatnlitsmyndum

Sunnudagin 4. mars er føroysk guðstænasta í Hans Egede kirkju kl. 14.00. Ólavur Eysturdal prædikar og Borgny Brunings-Hansen hevur altartænastuna.

Eftir guðstænastuna verður høvi at síggja vatnlitsmyndir av føroyskum kirkjum sum danski arkitekturin og listamaðurin Holger Jensen teknaði.

Framsýningin byrjar við, at Borgny Brunings-Hansen sigur stutt frá um føroyska kirkjubyggisøgu. Ein drekkamunnur verður sum vant eisini at fáa.

Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 3A, 8A og 37 steðga tætt við.

Føroyskar guðstænastur eru altíð 1. og 3. sunnudag í mánaðinum í Hans Egede Kirkju. Guðstænasta verður aftur 18. marts.