Kyndilsmessuguðstænasta sunnudagin 2. februar kl. 14.00 Ljós/Myrkur

2. februar er Kyndilsmessa. Navnið kemur av latínska heitinum missa candelarum, sum merkir ljósmessa. Dagurin var halgidagur í fólkakirkjuni inntil 1770, har Kyndilsmessa og fleiri aðrir halgidagar vóru tiknir av.

Yvirskiftin henda sunnudagin verður Ljós/Myrkur. Sálmar og bíbliutekstir eru valdir út frá hesum tema og her er nokk at taka av, tí mangir tekstir í sálmabók og bíbliu nema við henda mótsetning.

Øll eru hjartaliga vælkomin til guðstænastuna. Tað verður eisini høvi at tendra eitt ljós henda dagin. Ljós kann tendrast sum tekin um vón, til minnis um onkran, ella sum ein bøn fyri einumhvørjum, sum hevur brúk fyri ljósi í myrkrinum.

Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tog statiónin Nordhavn liggur fáar minuttir frá kirkjuni. Bussarnir 14 og 23 steðga eisini tætt við.

Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á altíð er kaffi/te og hugnaligt prát inni í salinum við síðuna av kirkjuni.