Í morgin, sunnudagin 20. september kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju á Østerbro.
—
Á stórum málningi, næstan 4×5 metur til støddar, sæst Kristus í ríkið teirra deyðu. Signandi lyftir hann armar sínar yvir allar verur í deyðsríkinum. Við Adam og Evu fremst í myndini, rætta øll seg fram móti strálandi ljósinum. Høgri fótur Krist stígur á ein skølt, sum vil listamaðurin, Joakim Skovgaard, undirskrika orðini: Deydi hvar er nú broddur tín?
Sami sigur yvir deyðanum setur dám á evangeliið til í morgin, tá Jesus býður Lazarus at koma út úr grøvini. Í Johannes evangeliinum møta vit eini aðarari síðu av Jesusi. Her er hann ikki bara lýstur sum hetjan, men tann sum við samkenslu stendur undir liðini á teimum avvarandi og luttekur í teirra sorg.
—
Eftir guðstænastuna er sum vant kaffi og te at fáa og hugnalig samvera.
Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Adressan er: Vardegade 14, 2100 København Ø.
S-tokstøðin og Metro Nordhavn liggja umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14 og 23 steðga tætt við.
—
Guðstænastur í oktober eru 4. og 18. oktober kl. 14:00 í Hans Egedes kirkju. Og 25. oktober er felags norðurlendsk guðstænasta í Holmens kirkju. Lýsing kemur seinni.
Sunnudag 8. nov. Fyrilestur um Gudmund Bruun við Jákup Reinert Hansen. Nærri kunning kemur seinni.

