Sunnudagin 4. oktobur kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju á Østerbro.
Eftir guðstænastuna er sum vant kaffi og te at fáa og hugnalig samvera.
GG!
Kunstvandring er 3.-4. oktobur millum kirkjurnar á Eysturbrúgv og tey enda í Hans Egedes kirkju kl. 16:00. Listamálningar eru tit vælkomin at hyggja eftir, ið eru í okkara kirkju.
—
Teksturin til dagin er úr evangeliinum eftir Johannes, har Jesus sigur: Eg eri hitt sanna víntræið.
Í summar vóru vit í Italia. Her vitjaðu vit ein víngarð og eigarin fortaldi um tey nógvu viðurskiftini sum hava ávirkan á vínið, sum verður gjørt á staðnum. Um tað mundi vit vóru har, var ein broyting í gongd. Drúvurnar vóru í ferð við at skrifta lit. Ikki allar í senn, sum tað sæst á myndini.
So broytist ár og dagur,
sum sólin skiftir leið.
Vár Guð, sum øllum ræður,
hann eina broytist ei.
O, hjálp oss góði Harri
at broytast rættan veg
at vinna til tín nærri
og meir at elska teg.
Nr. 540 í sálmabókini.
—
Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Adressan er: Vardegade 14, 2100 København Ø.
S-tokstøðin og Metro Nordhavn liggja umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14 og 23 steðga tætt við.
—
Guðstænastur og tiltak í Hans Egedes kirkju.
Sunnudag 18. oktobur kl. 14:00.
Sunnudag 25. oktobur er felags norðurlendsk guðstænasta í Holmens kirkju. Sí sjálvstøðuga lýsing.
Sunnudag 8. nov. Fyrilestur um Gudmund Bruun við Jákup Reinert Hansen. Nærri kunning kemur seinni.

