Leygardag 31. mai kl. 13.30 Útiguðstænasta Nordhavns Regatta við Borgny Brünings-Hansen, presti. Húsakórið luttekur.
—-

Adressa: Vesterhavsvej 9A. Ókeypis koyring til Nordhavns Regatta við bilinum, ið hevur eitt føroyskt flag í bilrútinum.
Bilur koyrur millum Orientkaj Metro støð og Vesterhavsvej 9A, frá kl. 13.00 til út á kvøldið.
Barr/Café við heimabakaðum er opin allan dagin.
Søla av pylsum, øl og vatni á strondini byrjar kl. 13.30.
Skráin:
13.30 Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti, á strondini.
14.00 Húsakórið syngur.
Nýggi leiðarin Føroyahúsinum, Andrias Olsen, sigur nøkur orð.
Virgar T. Dalsgaard setur stevnuna.
14.30 Kappróður og Ódnartak. Kristin sigur frá.
Stórskíggja tiltak er í húsinum.
17.00 Fótatraðk skipar fyri føroyskum dansi.
Felagssangur í tjaldinum, uttanfyri húsið.
18.00 Kjøtgrýta verður at fáa (matbillettir – keypast í barrini).
Felagssangur og tónleikur í tjaldinum inntil kl. 01.30.
22.00 Lutaseðlarnir verða drignir.
Vinnaratølini verða lýst á FB dagin eftir.