Í samstarv við sunnudagsskúlan á Oyrasundskollegiinum er sunnudagsskúli Føroyahúsinum sunnudagin 27 mars klokkan 11.00.
Greinar
Aðalfundur sunnudagin 21. november 2021
Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 21. november 2021 aftaná gudstænastuna. Fundurin verður hildin í meinigheitshølinum í Hans Egede kirkju. Fundarskráin til aðalfundin verður hendan: Val av fundarstjóra Val af fundarskrivara Góðkenning av fundarskrá Formansfrágreiðing Framløga av rokniskapi Val sambært viðtøkunum Innkomin uppskot Annað (tað er ikki møguligtLæs videre
Leonard Cohen gudstænasta sunnudagin 31. oktober kl. 14.00 í Hans Egedes kirkju
Leonard Cohen verður ofta endurgivin í átrúnarligum høpi. Tekstir hansara eru ikki sálmar, men fleiri teirra minna á mangan hátt um nútímans sálmaskaldskap. Sum í síðsta versinum í sanginum Halleluja: Eg royndi sum eg kundi best,so viðbrekið og verjuleyst,men erligt, tí eg kundi ikki bíða,og sjálvt um alt gekk skeivan veg, eg standi fyri trónuniVið ongumLæs videre
Sunnudagsskúli
Sunnudagin 10. oktobur klokkan 11.00 er sunnudagsskúli í Føroyahúsinum. Á skrannið er sagnur, bíbliusøga og hugni. Aftana er barnavinarligur frokostur.
Summarútferð við bussi til Mikines-framsýning í Kerteminde
Føroyahúsið, Listafelagið, Kvinnufelagið og Sankta Ólavs Kirkjulið skipað fyri forkunnugum túri til Johannes Larsens Museum í Kerteminde, sum hevur eina fjølbroytta framsýning við 90 myndum hjá S.J. Mikines listamanni. Nú stendur tær í boði at koma við at síggja hesa framsýningina. Pláss er fyri 50 fólkum í bussinum. Sunnudagin 29. august kl. 9 fara vitLæs videre
Guðstænasta 2. mai
Sunnudagin 2. mai kl. 14.00 er føroysk guðstænasta aftur í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. 21. apríl vóru rætningslinjurnar fyri gudstænastur broyttar. Tað ber nú til at hava guđstænastur sum í heyst, viđ sangi og altargongd. Tó enn við frástøðu. Tveir metrar skal vera millum okkum, tá vit syngja. Um viðrar, verður drekkamunnur í garðinum uttanfyri. FøroyskarLæs videre
Um sálmin “Tolin bíða, trongdir líða”.
Borgny Brünings-Hansen, prestur, greinar sálmin “Tolin bíða, trongdir líða”.
Jólagudstænastan 2. jóladag avlýst
Góðu kirkjufólk Vit høvdu glett okkum til jólagudstænastuna 2. jóladag. Hon skuldi vera í Mariukirkju á Vesturbrúgv, sum vit høvdu lænt, tí har kunna upp til 70 fólk koma til gudstænastu. Sum flest øll vita, hevur orðaskifti verið í mongum sóknum, um tað er ráðiligt at hava gudstænastur við nógvum fólki, nú so nógv smittaLæs videre
Sunnudagin 20. december og ein jólaheilsan fra Borgny Brünings-Hansen
Sunnudagin 20. december, 4. sunnudag í advent, er føroysk guðstænasta kl. 14.00 í Hans Egedes kirkju. Vit fylgja sjálvandi øllum tilmælum frá mynduleikunum um frástøðu og reinføri. GG. Mynduleikarnir tilmæla nú, at munnbind verður brúkt inn í og út úr kirkjuni. Tá vit sita, er einki krav um munnbind. Við galdandi tilmælum er ikki gjørligtLæs videre
Tónleikagudstænasta og jólaheilsur í Hans Egedes Kirkju
Tónleikagudstænasta og jólaheilsur í Hans Egedes Kirkju, Vardegade 14, 2100 København Ø Sunnudagin 6. december kl. 14.00. Kirkjusangarar og Tóra Vestergaard syngja (eingin felagssangur vegna koronu). Eftir gudstænastuna er høvi at lesa jólaheilsur inn og fáa sær kaffi/te/saft og eplaskivur uttanfyri.
