Greinar

Marna Egholm avloysir í oktobur til desembur 2024

Eg fegnist um at byrja at starvast, sum føroyskur prestur í Keypmannahavn, meðan Borgny Brünnings-Hansen er í lestrarfarloyvi seinasta ársfjóðring í 2024. Tey flestu kenna meg av tí, at eg havi havt gleði av at vera partur av føroyska kirkjuliðnum í Hans Egede Kirkju í mong ár, sum kórdeknur. Tað kennist, sum ein heimkoma atLæs videre

Pílagrimsferð á Santiago de Compostella

Óluva Djurhuus úr Kollafirði hevur gingið pílagrímsferð til Santiago de Compostella fyri nøkrum árum síðani. Heimaftur við sær hevði hon nógvar upplivingar og nógvar myndir. Sunnudagin t. 22. september kl. 14.00 kemur hon til Hans Egedes kirkju at siga frá túrinum og vísa okkum eitt úrval av myndunum. Aftan á frásøgnina er hugnaligur drekkamunnur ogLæs videre

Ungdómsguðstænasta í Keypmannahavn

EIN NÝGGJ BYRJAN er yvirskriftin á føroyskari ungdómsguðstænastu, sum verður í Hans Egedes kirkju. Skúlaárið er nú aftur farið í gongd og nógv ung føroysk lesandi eru í Keypmannahavnarøkinum. Guðstænastan vendir sær til lesandi og onnur ung. Tað er studentapresturin í Føroyum, Ann Hermannsdóttir, sum hevur guðstænastuna. Tónleikurin fer at vera meira rútmiskur, enn vitLæs videre

Bussferð til Sorø Slotskirkju og Sorø vatn

Guðstænasta, útferð og hugni Sunnudagin 26. mai skipar Sankta Ólavs Kirkjulið fyri bussferð til Sorø. Við okkum hava vit matpakka við føroyskum viðskera. Frásøgufólk á túrinum eru Rolf Guttesen og Martin Fjallstein. 8.30 Farið verður úr Vardegade 14, 2100 København Ø (beint uttan fyri Hans Egedes kirkju) Meðan vit koyra sigur Rolf Guttesen frá umLæs videre

Norðurlends gudstænasta

Vælkomin til felags norðurlendska guðstænastu í dómkirkjuni í Keypmannahavn, Vor Frue Kirke sunnudagin 30. oktober kl. 15.00. Heiti er “At liva saman”. Luttøka er frá øllum norðurlendsku kirkjunum í Keypmannahavn og sálmar og bíbliutekstir eru á ymisku málunum. Kór við sangarum úr ymisku kirkjunum luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vor Frue Kirke liggur á Nørregade 8, 1165Læs videre

Fyrilestur um Honnu Arendt

Sunnudagin 23. oktober kl. 14.00 heldur Petra Johnsdóttir Joensen fyrilestur um Honnu Arendt í Kirkusalinum í Hans Egedes kirkju. Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Øll eru hjartaliga vælkomin. Petra er er útbúgvin løgfrøðingur og fór í 2014 at lesa heimsspeki á KU. Hon fer tosa um tað, iðHanna Arendt sigur um viljan. Hannah Arendt, id var týskur-amerikanskur jødi, er fødd í Linden við Hannover 1906 og deyðLæs videre

Ólavsøkuhald

Ólavsøkuhald er í Føroyahúsinum 28. juli. Byrja verður, sum undanfarin ár, við guðstænastu. Mariakirkjan og Føroyahúsið liggja tætt og hava sama bakgarð. Tað er tí høgligt at fara úr kirkju í Føroyahúsið. Skráin fyri dagin er henda: Ólavsøkan 2022 í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, hósdagin 28. Juli. Kl. 14.00: Guðstænasta í Mariu kirkju, Istedgade 20, 1650Læs videre

Bussferð til H.C Andersens hús í Odense

Sunnudagin 28. august 2022 verður skipað fyri bussferð til H.C Andersens hús í Odense. 30. juni 2021 lat savnið H.C Andersens hús upp í Odense. Savnið er teknað av japanska arkitektinum Kengo Kuma og fevnir um stórt øki, innan- og uttandurða. Havin og savnið eru flættaði saman og lata tann vitjandi fara inn og útLæs videre

Hvítusunnuguðstænasta og frokost – kl. 13.00

Hvítusunnudag, sunnudagin 5. juni kl. 13.00, hevur Sankta Ólavs kirkjulið guðstænastu. Sum nakað ørvísi verður eisini frokostur, um somu tíð. Íblásturin kemur frá teimum kirkjuliðum, ið hava eina felagsmáltíð undir guðstænastuni skírishósdag. Guðstænastan verður skipað sum samanspæl millum borðhald og tað, ið eyðkennir eina guðstænastu. Sálmar, bønir, bíbliutekstir og prædika eru ein partur av borðhaldi,Læs videre