Bussferð til Sorø Slotskirkju og Sorø vatn

Guðstænasta, útferð og hugni

Sunnudagin 26. mai skipar Sankta Ólavs Kirkjulið fyri bussferð til Sorø. Við okkum hava vit matpakka við føroyskum viðskera. Frásøgufólk á túrinum eru Rolf Guttesen og Martin Fjallstein.

8.30 Farið verður úr Vardegade 14, 2100 København Ø (beint uttan fyri Hans Egedes kirkju)

Meðan vit koyra sigur Rolf Guttesen frá um landslagið og umhvørvið har um leiðir.

Kl. 10.00 Guðstænasta í Sorø Klosterkirke við Lis Samuelsen. Lis er ættað úr Føroyum og hevur verið prestur í Sorø síðan 2011.

11.45 Túrur á Sorø Vatni. Vit eta frokost umborð og hoyra frásøgn fólk og hendingar við tilknýti til vatnið.

13.30 Í neystinum hjá føroyska felagnum á Vestursælandi. Rolf Guttesen og Martin Fjallstein siga frá um føroyingar, ið hava gingið á Sorø Akademi

14.15 Drekkamuður og hugni í neystinum

15.00 Fráferð aftur til Vardegade 14

Tekning til Jovinu Dalsgaard jovina@adslhome.dk – 27335761

Ella til Borgny Brünings-Hansen bbh@km.fk – 51 35 51 90

Tilmelding Í seinasta lagi hósdagin 16. mai

Prísur 250,- Goldið verður á degnum við MobilPay ella reiðum peningi.