Greinar

Guðstænasta sunnudag 3. mai kl. 14:00

Sunnudagin 3. mai er føroysk guðstænasta kl 14.00 í Hans Egedes kirkju á Eysturbrúgv. Hugni við kaffi/te er aftaná guðstænastuna. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sum motet fara vit at hoyra sálmin Nú lætti mjørkatám um stíggj, nr. 646 í uppískoytinum til sálmabókina. Tað H. A. Djurhuus ið eigur orðini. Síðsta vers ljóðar: Tí ringir útLæs videre →

Guðstænasta sunnudag 19. apríl kl. 14:00

Sunnudagin 19. apríl kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát. Øll eru hjartaliga vælkomin. — Adressan er Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin og Metro Nordhavn liggja umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14Læs videre →

Útferð til Helsingør sunnudag 10. mai kl. 10:00-17:00

Kom við á spennandi útferð til Helsingør. Vit fara úr Hans Egede Kirkju kl. 10:00, og koyra til Helsingør, har vit fáa ein kaffimunn áðrenn vit vitja framsýningina ”SOS – Reddet på åbent hav” á M/S – Museet for Søfart.Framsýningin sigur søguna um fragtskipið CLARA MÆRSK, sum ávegis úr Bangkok til Hong Kong fekk SOS-boðLæs videre →

Gittarkonsert við Ólavi Jakobsen 26. apríl kl. 15:00

Sunnudagin 26. apríl kl. 15.00 verður gittarkonsert í Hans Egede Kirkju við Ólavi Jakobsen.Á konsertini fer hann at spæla klassiskan gittartónleik við støði í føroyskum tilfari. Á skránni eru verk eftir Jógvan Waagstein og William Heinesen, umframt gomul løg úr nótabókini hjá Jens Christian Svabo, sum hann sjálvur hevur sett út fyri gittara. Eisini faraLæs videre →

Páskaguðstænasta 5. apríl kl. 14.00

Í morgin 5. apríl, páskadag, er føroysk guðstænasta er 14.00 í Hans Egedes kirkju á Eysturbrúgv. Eitt barn verður borðið til dópin. Hugni við kaffi/te er aftaná guðstænastuna. Øll eru hjartaliga vælkomin. – – – Adressan er: Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin og Metro Nordhavn liggja umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14Læs videre →

Tjóðskjalasavnið – Tín søga hevur týdning

Skjalasavnið hevur sent Sankta Ólavs Kirkjuliði eina plakat – Tín søga hevur týdning. Hettar er í vón um, at tað ber til at fáa varðveitt føroysk skjøl, sum eru fylgd við útisetum, føroyingum, í Danmark, men sum eru ein partur av okkara felags søgu. Um tit hava fyrispurningar ella tilfar við skrivum, myndum ella filmum:Læs videre →

Guðstænasta sunnudag 15. mars kl. 14:00

Sunnudagin 15. mars kl. 14:00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju á Eysturbrúgv. Tað er Marna Vandsdal Egholm, prestur, sum hevur guðstænastuna. Eftir guðstænastuna bjóða vit kaffe/te, hugnaliga samveru og ein stuttan fyrilestur. Øll eru hjartaliga vælkomin. — Um fyrilesturin: Úr bønarkamari kongsins til Leirvíkar  Ein sera áhugaverdur fyrilestur um kirkjulist. Um hvussuLæs videre →

Guðstænasta sunnudag 1. mars kl. 14:00

Sunnudagin 1. mars kl. 14:00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju á Eysturbrúgv. Eftir guðstænastuna bjóða vit kaffe/te og hugnaliga samveru. Øll eru hjartaliga vælkomin. — Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstatiónin liggur tætt við og bussarnir 14 og 23 steðga einini nærhendis. — Næsta føroyskaLæs videre →

Føroyska kirkjuliðið fingið nýggja kirkju í Nordhavnini

Sankta Ólavs kirkjulið hevur síðan januar 2013 haft føroyskar guðstænastur í Hans Egedes kirkju á Østerbro. Hans Egedes sókn umfatar eisini Nordhavn, ið er eitt øki, har nógv er bygt seinastu tíggju árini. Nú búgva umleið 6000 fólk í støðugt vaksandi býarpartinum og kirkjuráðið hevur, saman við øðrum, bygt eina fyribils kirkju í Nordhavnini. KirkjanLæs videre →

Guðstænasta sunnudag 15. februar kl. 14.00

Sunnudagin 15. februar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Í komandi viku byrjar føstan og fyrstu sálmur er Aftur føstuklokkan ljóðar. Olivar á Ryggi hevur yrkt og hann endar sálmin við ørindinum: Lat nú føstuklokku ringja, ringja tungt við sorgarljóð; enn í himni einglar syngja: Páskamorgun tú upp stóð. — FøroyskarLæs videre →