Sunnudagin 3. mai er føroysk guðstænasta kl 14.00 í Hans Egedes kirkju á Eysturbrúgv. Hugni við kaffi/te er aftaná guðstænastuna. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sum motet fara vit at hoyra sálmin Nú lætti mjørkatám um stíggj, nr. 646 í uppískoytinum til sálmabókina. Tað H. A. Djurhuus ið eigur orðini. Síðsta vers ljóðar:
Tí ringir út um tún og bø,
tí ljóðar upp um fjallarøð
eitt ljósins drag úr andans verð,
sum sælu ber á hesi sker.
—
Føroyskar guðstænastur eru fast 1. og 3. sunnudag í mánaðinum. Adressan er: Vardegade 14, 2100 København Ø.
S-tokstøðin og Metro Nordhavn liggja umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14 og 23 steðga tætt við.
—
Næsta gudstænastan er:
Sunnudagin 17. mai kl. 14:00.
Sunnudag 10. mai kl. 10:00 er busstúrur til Helsingør.
Keyp atgongumerki 250,- kr. per persón: https://place2book.com/da/sw2/sales/5a3c7nvwrc
Les meira um FB-tiltak: https://www.facebook.com/events/2172093740271055/

