Sunnudagin 6. apríl kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.
Sunnudagurin ber heiti Boðanardagur Mariu. Myndin er av altartalvuni í Davidskirkjuni, ið liggur tætt vid Hans Egedes kirkju og hon lýsir løtuna, tá Maria fær einglaboð.
Joakim Skovgaard hevur málað og upprunaliga hekk altartalvan í Mariæ kirkesal, sum lá í húsinum á Vesterbrogade 17, har Føroyahúsið nú er. Kirkjusalurin varð brúktur 1898-1908 meðan Mariukirkjan stóð í gerð.
—
Í apríl eru guðstænastur:
6. apríl kl. 14.00
20. apríl – páskadag kl. 14.00
Sunnudagin 27. apríl er busstúrur til Femern. Sí lýsing á heimasíðuni https://www.fokirkja.dk/bussferd-til-sakskoebing-og…/
—
Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.
