Guðstænasta sunnudag 6. juli kl. 14.00

Sunnudagin 6. juli kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv.

Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum.

Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.

Yvirskriftin fyri prædikuna sunnudagin verður gleði. Orsøkirnar til at vit gleðast kunnu vera so ymiskar:

“Samgleðist við mær” verður sagt í tekstinum til sunnudagin, tá tvey hava funnið tað tey mistu.

Samgleðin við ungu hondbóltspælarnar var stór millum føroyingar eftir vunnin bronsuheiðursmerki.

“Um tú vilt gleði vinna, søk ei til hægsta sal! Nei, eydnan er at finna har grannar semjast væl” yrkir Mikkjal á Ryggi og her finna vit eina aðra grund til gleði.

“Gleðið tykkum í Harranum altíð” skrivar Paulus í Filippubrævinum.

Næsta føroyska guðstænastan er ólavsøkuaftan 28. juli kl. 14 í Mariukirkjuni á Istedgade. Beint eftir guðstænastuna er ólavsøkuhald í Føroyahúsinum, sum liggur sera tætt við kirkjuna.

Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.