Sunnudagin 4. mai kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv.
Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum.
Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.
—
Hesin er dagurin, Guð hevur sett
tænarum sínum til fragdar,
sunnudag hevur hann leinkjurnar kvett,
sum vóru á okkum lagdar.
Árla á sonarins degi
sigraði lívið á deyðans nátt,
sendist Guðs andi av himni brátt;
tí verður kimað av megi.
Í hesum sálmi, yrktur av Grundtvig og umsettur av Gudmindi Bruun, vera vit mint á, hví tað er sunnudag, at vit hittast til guðstænastu. Tað var sunnumorgun kvinnurnar komu til opnu grøvina og hoyrdu orðini “Hann er risin upp”.
—
Í mai eru guðstænastur:
Sunnudag 4. mai kl. 14.00
Sunnudag 18. mai kl. 14.00
Leygardag 31. mai útiguðstænasta á Nordhavns Regatta. Lýsing kemur seinni.
—
Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.

