Sunnudagin 18. mai kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv.
Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.
Jesus sigur farvæl við sínar lærusveinar: Men nú fari eg burtur til hansara, sum sendi meg; og eingin tykkara spyr meg: «Hvar fert tú?» Men av tí at eg havi talað hetta til tykkara, hevur sorg fylt hjarta tykkara.
Sorg fyllir okkara hjarta, tá vit skulu siga farvæl vit tey, vit eru góð við. Sunnudagin fer prædikan at snúgva seg um, hvussu Jesus talar til okkara, hóast hann ikki er millum okkara í hold og blóði. Og eisini um, hvussu tey, ið eru farin undan okkum, enn tala inn í okkara lív.
Myndin er frá Vestara Kirkjugarði, har føroyagravirnar eru.

Í mai eru guðstænastur:
Leygardag 31. mai kl. 13.30 útiguðstænasta á Nordhavns Regatta.
Adressa: Vesterhavsvej 9A, 2150 Nordhavn
—
Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.