Allahalgannaguðstænasta

3. november kl. 14.00 verður Allahalgannaguðstænasta í Hans Egede kirkju við cellotónleiki og lestri. Málningin á myndini hevur italienski listarmaðurin Angelico (1395-1455) málað. Tað er ein uppreisnarmynd, og vit síggja, hvussu Jesus hevur sligið hurðina til deyðaríkið niður – so harðliga, at naglarnir og lemmurin flýgur ígjøgnum luftina, og smáir svartir djevlar goyma seg íLæs videre →

Aðalfundur hjá Sankta Ólavs kirkjuliði

Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 17. november 2024 aftaná gudstænastuna. Fundurin verður hildin í meinigheitshølinum í Hans Egede kirkju. Fundarskráin til aðalfundin verður hendan: Um onkur ynskir at stilla upp til nevndina, so skal forfólkið Jovinu Dalsgaard havaboð um í seinasta lagi 7. november 2024 kl. 16:00.Læs videre →

Tær góvu lív – Bókaframløga og tapas í Føroyahúsinum

Sankta Ólavs kirkjulið og føroyska kvinnufelagið í Keypmannahavn skipa fyri áhugaverdum og týdningarmiklum tiltaki í Føroyahúsinum týskvøldið 22. oktobur kl. 18.00. ”Tær góvu lív” er heiti á bók eftir Rigmor Restorff Dam og rithøvundurin kemur í Føroyahúsið at siga frá. ”Hon doyði í barsilssong”… Hesi fáu larmandi orðini vóru í nógvum førum einasta eftirmæli yvirLæs videre →

Oktoburkalendarin hjá Sankta Ólavs Kirkjulið

Avloysaraprestur fyri Borgny Brünings-Hansen, sum er í farloyvi seinasta ársfjóðring 2024, er Marna L. V. Egholm. Hon kann kontaktast á tlf.nr.: +45 28 70 83 42 ella á t-post mlve@km.dk Upplýsingar fáast eisini á heimasíðuni: https://www.fokirkja.dk/ —– Tiltøk og guðstænastur í Sankta Ólavs kirkjuliði í oktobur: Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. —– Hóskvøld 3.Læs videre →

Marna Egholm avloysir í oktobur til desembur 2024

Eg fegnist um at byrja at starvast, sum føroyskur prestur í Keypmannahavn, meðan Borgny Brünnings-Hansen er í lestrarfarloyvi seinasta ársfjóðring í 2024. Tey flestu kenna meg av tí, at eg havi havt gleði av at vera partur av føroyska kirkjuliðnum í Hans Egede Kirkju í mong ár, sum kórdeknur. Tað kennist, sum ein heimkoma atLæs videre →

Pílagrimsferð á Santiago de Compostella

Óluva Djurhuus úr Kollafirði hevur gingið pílagrímsferð til Santiago de Compostella fyri nøkrum árum síðani. Heimaftur við sær hevði hon nógvar upplivingar og nógvar myndir. Sunnudagin t. 22. september kl. 14.00 kemur hon til Hans Egedes kirkju at siga frá túrinum og vísa okkum eitt úrval av myndunum. Aftan á frásøgnina er hugnaligur drekkamunnur ogLæs videre →

Ungdómsguðstænasta í Keypmannahavn

EIN NÝGGJ BYRJAN er yvirskriftin á føroyskari ungdómsguðstænastu, sum verður í Hans Egedes kirkju. Skúlaárið er nú aftur farið í gongd og nógv ung føroysk lesandi eru í Keypmannahavnarøkinum. Guðstænastan vendir sær til lesandi og onnur ung. Tað er studentapresturin í Føroyum, Ann Hermannsdóttir, sum hevur guðstænastuna. Tónleikurin fer at vera meira rútmiskur, enn vitLæs videre →