Felags føroysk-donsk guðstænasta & málningasýning 16. mars kl. 12.00

Sunnudagin 16. mars er felags donsk/føroysk guðstænasta í Hans Egedes Kirkju kl. 12 (og ikki kl. 14.00 sum vanligt). Føroyska Húsakórið luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eftir guðstænastuna letur málningasýning upp í hølunum við síðuna av kirkjuni. Onnur av listakvinnunum hevur myndaevni úr Føroyum. Vit bjóða eitt lætt ábit og Húsakórið syngur eisini tveir sangir.Læs videre

Guðstænasta sunnudag 2. mars kl. 14.00

Sunnudagin 2. mars kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Í komandi viku byrjar føstan og fyrstu sálmur er Aftur føstuklokkan ljóðar. Olivar á Ryggi hevur yrkt og hann endar sálmin við ørindinum: Lat nú føstuklokku ringja, ringja tungt við sorgarljóð; enn í himni einglar syngja: Páskamorgun tú upp stóð. — FøroyskarLæs videre

Guðstænasta sunnudag 16. februar kl. 14.00

Sunnudagin 16. februar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Ein av mongu søgunum aftan fyri Valentinsdag, sum var 14. februar, fer at vera tikin við í prædikuna. — Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát. — Adressan er Vardegade 14, 2100Læs videre

Kyndilsmessuguðstænasta sunnudagin 2. februar kl. 14.00 Ljós/Myrkur

2. februar er Kyndilsmessa. Navnið kemur av latínska heitinum missa candelarum, sum merkir ljósmessa. Dagurin var halgidagur í fólkakirkjuni inntil 1770, har Kyndilsmessa og fleiri aðrir halgidagar vóru tiknir av. Yvirskiftin henda sunnudagin verður Ljós/Myrkur. Sálmar og bíbliutekstir eru valdir út frá hesum tema og her er nokk at taka av, tí mangir tekstir íLæs videre

Felags føroysk-donsk guðstænasta & málningasýning 16. mars kl. 12.00

Sunnudagin 16. mars er felags donsk/føroysk guðstænasta í Hans Egedes Kirkju kl. 12 (og ikki kl. 14.00 sum vanligt). Føroyska Húsakórið luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eftir guðstænastuna letur málningasýning upp í hølunum við síðuna av kirkjuni. Onnur av listakvinnunum hevur myndaevni úr Føroyum. Vit bjóða eitt lætt ábit og Húsakórið syngur eisini tveir sangir.Læs videre

Guðstænasta 19. jan. kl. 14.00

Í morgin sunndagin 19. Januar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Teksturin henda dagin er um brúdleypið í Kana. Vit nýta høvi til at syngja tveir sálmar, ið vanliga verða sungnir til vígslur. —Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát. —AdressanLæs videre

Syngið við konsert 21. jan. 2025

Hey, eg eiti Anna Sofía og eri ein av kirkjusangarunum í Sankta Ólavs kirkjuliði.Í samband vid mína roynd á konservatoriinum skipi eg saman vid øðrum fyri tiltakinum “Syngið við konsert” í Føroyahúsinum t. 21. jan. kl. 19.30.Felagssangur er ókeypis og øll eru vælkomin. Les meira:https://facebook.com/events/s/syngi%C3%B0-vi%C3%B0-konsert/1175940394039147/

Guðstænasta 5. januar kl. 14.00

Sunnudagin 5. Januar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Sunnudagurin knýtir seg at trettanda degi og teksturin er um vísmenninar úr eysturlondum. Borgny Brünings-Hansen, sum hevur verið tríggjar mánaðir í lestrarfarloyvi, er nú aftur í embætinum.Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligtLæs videre

2. jóladag guðstænasta kl. 14.00

2. jóladag (hósdagur) t. 26. desembur 2024 kl. 14.00 Guðstænasta v/ Marnu L. V. Egholm, presti Stað: Vardegade 14, 2100 København Ø Øll eru hjartaliga vælkomin. —– Føroysk guðstænasta verður aftur í komandi ári í Hans Egede Kirkju, Vardegade 14, 2100 København Ø: Sunnudag t. 5. januar 2025 kl. 14.00 —–