Vælkomin til Piu, sum urguleikari

Pia Rose Hansen er vorðin okkara fasti avloysari, sum urguleikari her í Hans Egedes kirkju.

Hon hevur verið og spælt fyri okkum, tá ið vit hava havt tørv á einum avloysara. Tólvkanturin, nýggja lítla kirkjan í Norðurhavnini er komin aftrat. Tað merkjur økt virksemi í kirkjunum.

So í framtíðini verður tað vælkendu Martin ella Pia, sum koma at ríka okkum við teirra urguleikara spæli.