Leygardagin 30. mai er útiguðstænasta í Nordhavnini kl. 13.30. Adressan er Vesterhavsvej 9A, 2150 Nordhavn. Eisini verður list sýnd fram í Tólvkantinum / Tiny Church kl. 12.00 – 20.00. Tað eru Selma Ellingsgaard og Iðunn Janusardóttir Horn. Les: https://www.facebook.com/events/967548275864209/
Týskvøldið 2. juni kl. 19.30 er konsert við Húsakórinum í Hans Egedes kirkju. Entré 50 kr. Eftir guðstænastuna er høvið at keypa okkurt at drekka.
Sunnudagin 7. juni er føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju kl. 14. Páll Sólstein spælir horn. Eftir guðstænastuna verður markerað, at tað eru 10 ár liðin síðan, at Borgny Brünings-Hansen var innsett sum prestur í Sankta Ólavs kirkjuliði.
Sunnudagin 21. juni kl. 14.00 er føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju.
Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø.
Sunnudagin 5. juli er guðstænasta í Tólvkantinum / Tiny Church kl. 14.00. Hjá teimum, sum hava trupult at koma til staðið, ber til at ringja 51 35 51 90 og fáa hjálp til transport frá Orientkaj (metro) støð ella Nordhavn (s-tog) støð. Sig frá í seinasta lagi fríggjadagin 3. juli á middegi. Tólvkanturin liggur á Vesterhavsvej 2, 2150 Nordhavn.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

