HIMININ YVIR OKKUM – OG JØRÐIN UNDIR FÓTUM OKKARA
Andakt og túrur í kvirru í serstøkum øki og nýbygda, lítla kirkjurúminum Tólvkantinum
Sankta Ólavs kirkjulið hevur síðan januar 2013 haft føroyskar guðstænastur í Hans Egedes kirkju á Østerbro. Hans Egedes sókn umfatar eisini Nordhavn, ið er eitt øki, har nógv er bygt seinastu tíggju árini. Nú búgva umleið 6000 fólk í støðugt vaksandi býarpartinum og kirkjuráðið hevur, saman við øðrum, bygt eina fyribils kirkju í Nordhavnini. Kirkjan hevur navnið Tólvkanturin og er ein lítil kirkja sum rúmar umleið 50 fólkum.
Tólvkanturin liggur tætt við friðsæla og grøna økið Nordhavnstippen. Hóast ídnaður, kranar og byggipláss liggja tætt við, órógva tey ikki henda sjáldsama blett við góðum útsýni til himmal og hav.
Føroyska kirkjuliðið hevur eisini møguleika at brúka kirkjurúmið og fyrsta tiltakið verður sunnudagin 25. januar kl. 14.00. Tá verður andakt og túrur í kvirru. Yvirskriftin er Himinin yvir okkum og jørðin undir fótum okkara. Tað eru føroyski presturin Borgny Brünings-Hansen og psykomotoriskur- og natúrterapeutur Vár Næs, ið hava lagt tiltakið til rættis. Dentur verður lagdur á samspælið millum innaru og utttaru náttúru. Vit eru menniskju í heiminum og hava lut í Guds skapanarverki.
Byrjað verður við stuttari andakt við presti. Síðan innleiðir Vár gongutúrin og leggur lag á, hvat kann vera gagnligt at leggja merki til, meðan vit ganga. Hvussu vit venda uppmerksemið mótvegis okkum sjálvum og náttúruni.
Túrurin verður síðan gingin spakuliga í kvirru. Tað tekur umleið ein tíma. Afturkomin í Tólvkantin er tónleikur og rúm til at reflektera, síðan er aftur stutt andakt. At enda fáa vit ein kopp te við søtum afturvið.
Praktisk kunning:
Vit ganga túrin óansæð veður – minnist til at klæða tykkum eftir árstíðini. Túrurin er ikki strævin, men undirlagið er sera ójavnt í støðum.
Vegna avmarkað pláss í kirkjurúminum, biðja vit um, at tú boðar frá luttøku á hesum leinki:
Tólvkanturin liggur á Vesterhavsvej 2, 2150 Nordhavn. Bussur nr. 164 steðgar nærhendis.

