Sunnudag 17. novembur 2024 kl. 14.00 – Guðstænasta v/ Marnu L.V. Egholm, presti Stað: Hans Egedes kirkja, Vardegade 14, 2100 Keypmannahavn Ø —– Sunnudag 17. novembur 2024 kl. 15.30 – Aðalfundur hjá Sankt Ólavs Kirkjuliði Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka á aðalfundinum og stuðla virkseminum hjá kirkjuliðnum. Kirkjuliði bjóðar hugnaligt prát og kaffi/te aftanáLæs videre
Tag: sanktaólavskirkjulið
Tær góvu lív – Bókaframløga og tapas í Føroyahúsinum
Sankta Ólavs kirkjulið og føroyska kvinnufelagið í Keypmannahavn skipa fyri áhugaverdum og týdningarmiklum tiltaki í Føroyahúsinum týskvøldið 22. oktobur kl. 18.00. ”Tær góvu lív” er heiti á bók eftir Rigmor Restorff Dam og rithøvundurin kemur í Føroyahúsið at siga frá. ”Hon doyði í barsilssong”… Hesi fáu larmandi orðini vóru í nógvum førum einasta eftirmæli yvirLæs videre
Pílagrimsferð á Santiago de Compostella
Óluva Djurhuus úr Kollafirði hevur gingið pílagrímsferð til Santiago de Compostella fyri nøkrum árum síðani. Heimaftur við sær hevði hon nógvar upplivingar og nógvar myndir. Sunnudagin t. 22. september kl. 14.00 kemur hon til Hans Egedes kirkju at siga frá túrinum og vísa okkum eitt úrval av myndunum. Aftan á frásøgnina er hugnaligur drekkamunnur ogLæs videre
Ungdómsguðstænasta í Keypmannahavn
EIN NÝGGJ BYRJAN er yvirskriftin á føroyskari ungdómsguðstænastu, sum verður í Hans Egedes kirkju. Skúlaárið er nú aftur farið í gongd og nógv ung føroysk lesandi eru í Keypmannahavnarøkinum. Guðstænastan vendir sær til lesandi og onnur ung. Tað er studentapresturin í Føroyum, Ann Hermannsdóttir, sum hevur guðstænastuna. Tónleikurin fer at vera meira rútmiskur, enn vitLæs videre
