Sunnudagin 27. oktober kl. 16.00-18.00 er felags norðurlendsk guðstænasta og samrøðusalon í svensku kirkjuni í Keypmannahavn. Sungið og lisið verður á øllum norðurlendsku málunum. Eftir guðstænastuna er norðurlanda kaffiborð og samrøðusalon. Endað verður við føroyskum dansi. Kirkjan liggur tætt við Østerport S-tokstatión á Folke Bernadottes allé 4, DK-2100 København Ø
Greinar
Leyvfallstúrur á Vestre Kirkegård
Hósdagin 24. oktober kl 16.00 Leyvfallstúrur á Vestre Kirkegård Menniskju og gravsteinar – um navnfram fólk í kirkjugarðinum og merkisverdar gravsteinar. Hósdagin 24. oktober 2019 skipar Sankta Ólavskirkjulið fyri leyvfallstúri við rundvísing. Tað er kirkjugarðsvegleiðarin Stine Helweg, sum vísir okkum runt á víða økinum. Tema hendan dagin er: Menniskju og gravsteinar – um navnfram fólkLæs videre
Tiltak: Talufrælsi, haturstala og blasfemi: Hvar gongur markið?
Sunnudagin 29. september kl. 14.00 skipa Sankta Ólavs kirkjulið og Føroyahúsið fyri fyrilestri við heitinum Talufrælsi, haturstala og blasfemi: Hvar gongur markið? Tað er Heini í Skorini, ið heldur fyrilesturin. Heini hevur júst givið út bók á altjóða forlagi um evni. Fyrilesturin er ókeypis og caféein í Føroyahúsinum er opin. Húsin liggur á Vesterbrogade 17A,Læs videre
Kvøldtúrur við sluppini Norðlýsi.
Týsdagin 4. juni kl. 17.30. er kvøldtúrur við sluppini Norðlýsi. Umborð fáa vit góða, føroyska fiskasuppu/høvdasuppu við fyllu. Eisini ber til at keypa drekkandi umborð. Túrurin varðir umleið 4 tímar, so vit vænta at vera aftur kl. 22.00. Kostnaður 250,- Pláss er fyri 45 ferðafólkum. Tekning fer fram á bbh@km.dk ella 51 35 51 90 í seinastaLæs videre
Guðstænasta í Holmens kirkju í samban við Flaggsigling 2019
Sunnudagin 2. juni kl. 13.30. Guðstænasta í Holmens kirkju í samban við Flaggsigling 2019. Heri Joensen, prestur og Borgny Brünings-Hansen, prestur hava guðstænastuna. Flaggsigling 2019 er fjølbroytt ferð hjá føroyskum træseglskipum í mai-juni mánaða í ár. Sunnudagin 2. juni eru tað 100 ár síðani, at føroyska flaggið, Merkið, fyri fyrstu ferð alment varð sýnt fram. Meira kunningLæs videre
komandi guðstænatur og tiltøk
Sunnudagin 21. apríl, páskadagur, kl. 14.00: Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti. Sunnudagin 5. mai kl. 14.00: Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti. Sunnudagin 19. mai kl. 14.00: Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti. Sunnudagin 2. juni kl. 13.30. Guðstænasta í Holmens kirkju í samban við Flaggsigling 2019. Heri Joensen, prestur og Borgny Brünings-Hansen, prestur hava guðstænastuna. FlaggsiglingLæs videre
Felagsguðstænasta við kirkjuliðið í Lyderslev.
Sunnudagin 24. mars kl 10.30 er felags guðstænasta við kirkjuliðið í Lyderslev. Í samband við at tað 25. mars eru 200 ár liðin síðan V. U. Hammershaimb var borin í heim, verður felagsguðstænasta í Lyderslev kirkju. Hammershaimb var pestur í Lyderslev kirkju frá 1878 – 1897. Sungnir vera bæði føroyiskir og danskir sálmar. Eftir guðstænastuna verðurLæs videre
Pauli Højgaard, socialpedagogur greiður frá sínum arbeiði á Vestarubrúgv.
Hósdagin 14. mars kl. 19.00 greiður Pauli Højgaard, socialpedagogur frá sínum arbeiði á Vestarubrúgv. Pauli er ættaður av Skála og hevur í fleiri ár verið ein av leiðarunum á “Mændenes hjem”, har ikki sørt av føroyingum hava loftað sær, tá ið teir eru komnir at kroka undan heimloysi og øðrum socialum avbjóðingum. Øll eru vælkominLæs videre
Skrá yvir guðstænastur og tiltøk hjá Sankta Ólavs kirkjuliði í Hans Egedes kirkju vár – summar 2019
Hósdagin 14. mars kl. 19.00 greiður Pauli Højgaard, socialpedagogur frá sínum arbeiði á Vestarubrúgv. Pauli er ættaður av Skála og hevur í fleiri ár verið ein av leiðarunum á “Mændenes hjem”, har ikki sørt av føroyingum hava loftað sær, tá ið teir eru komnir at kroka undan heimloysi og øðrum socialum avbjóðingum. Øll eru vælkominLæs videre
Vártiltak um skaldið Regin Dahl – sum menniskja og listafólk 31. mars
Regin Dahl endar í útlegd orsakað av seinna heimsbardaga. Útlegdin hevur formað hann sum menniskja og listafólk. Úr hesi útlegdini syngur Regin Dahl til okkara. Hann er sum rødd, ið rópar úr oyðimørkini. Úr útlegdini syngur hann harmasangir úr teirri felags fortíð, ið vit øll hava mist. Um tað samfelag, sum hann sjálvur varð rivinLæs videre
